Í kvøld er 24. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini á skránni. Størsti spenningurin er um uppgerðina á Argjum, har AB fær vitjan av Skála. Hesi bæði liðini hava seinastu vikurnar verið í tættari kapping um næstfremsta plássið, sum eftir 27 umfør ber uppflyting við sær.
Undan toppdystinum hevur Skála 51 stig, og AB hevur 49 stig. Hesi bæði liðini hava dystast tvær ferðir fyrr í ár, og í báðum førum endaði tað við heimasigri 4-2 til AB og 1-0 til Skála.
07 Vestur er topplið við 56 stigum. Tað eru sjey stig frá AB á triðja plássi og fram til oddaliðið, og tí er tað møguleiki fyri, at 07 Vestur longu í kvøld kann tryggja sær pláss í bestu deildini næsta kappingarár. 07 Vestur fær vitjan av NSÍ, sum er niðast á støðutalvuni. Um 07 Vestur vinnur, og um Skála fer av Argjum við fullari úrtøku, so verður tað longu undan trimum teimum seinastu umførunum greitt, at 07 Vestur næsta ár skal spæla í bestu deildini.
24. umfar
Mikudagin 5. september
07 Vestur-NSÍ: Súni Fríði Barbá kl. 18.30
AB-Skála: Alex Troleis kl. 19.00
HB-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 18.00
KÍ-B68: Petur Reinert kl. 19.00
B71-EB/Streymur: Rói Jacobsen kl. 19.00
Støðan undan 24. umfari
07 Vestur 56
Skála 51
AB 49
HB 37
Víkingur 30
KÍ 29
B71 27
EB/Streymur 23
B68 14
NSÍ 14