Lyklaspælari hjá 07 Vestur fer av landinum

Marius Hagen hevur spælt sín seinasta dyst fyri 07 Vestur

Marius Hagen hevur verið bindiliðið millum verju og álop hjá 07 Vestur, síðani hann spædi sín fyrsta dyst, sum var í 14 umfari. Hesar seinastu seks dystirnar hevur hann verið snúningspunktið í uppspælinum, men nú fer hann aftur til Norra at spæla í næstbestu deildini.

 

– Takk fyri eitt fantastiskt ævintýr í Føroyum. Takk til Magnus Powell fyri fríheitina, gleðina og krøvini tú setti. Tú ert serstakur. 07 Vestur er so sjarmerandi. Eg eri bilsin av støðinum á spælium í mun til íbúgvar, skrivar Marius Hagen millum annað.

 

Marius Hagen er kom til 07 Vestur saman við norska Kevin Jablinski og finska John Fagerström. Marius Hagen spældi sín seinasta dyst fyri 07 Vestur í 3-1 sigrinum á EB/Streymi, ið ger at 07 Vestur nú er fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuni.