Niels Pauli Danielsen spælir eisini í EB/Streymi í 2015. EB/Streymur hevur mist fleiri profilar í vetur, men nú hava teir tryggjað sær at Niels Pauli Danielsen verður verandi í felagnum komandi kappingarár.
Niels Pauli skifti í 2011 til EB/Streym og var partur av FM vinnandi liðnum í 2012. Hann hevur verið settur í samband við millum annað KÍ, men hevur nú longt sáttmálan við EB/Streym.
Eisini Brian Olsen hevur longt sáttmálan. Hann hevur ikki ordiliga sligið til í EB/Streymi, men í ár fær hann helst veruliga møguleikan, nú tá fleiri av profilunum eru givnir í felagnum.