Lyklaspælarar fara úr Kyndli

Steypavinnararnir verða uttan tveir av týðandi spælarunum í steypafinaluni

Um vikuskiftið vann Kyndil steypafinaluna hjá monnum, men liðið verður ikki eins sterkt restina av landskappingini. Bæði Tummas Pauli Hanusarson og Eirikur Simonsen fara av landinum, skrivar JN.fo.

 

Les eisini: Torført at venja vinmenn

 

Julian Johansen boðaði eftir steypafinaluna frá, at hann ikki heldur fram sum venjarin hjá Kyndli eftir hetta kappingarárið. Spurdur um tað fór at ávirka restina av kappingarárinum savaraði hann:

 

- Tað haldi eg ikki, men tað kemur at ávirka okkum, at Tummas Pauli Hanusarson og Eirikur Simonsen ikki halda fram í felagnum. Tummas Pauli Hanusarson hevur fingið arbeiði í Danmark, meðan Eirikur Simonsen skal niður aftur í útbúgvingarørindum, segði Julian Johansen.

 

Kyndil hevur annars møguleikan at bjóða VÍF og serliga H71 av í landskappingini. Neistin hevur 24 stig, H71 hevur 21 stig, meðan Kyndil hevur spælt ein dyst færri og hevur 15 stig.

 

Les eisini: Kyndil í samráðingum við Martin Lellek

 

Forkvinnan í Kyndli, Maibritt Johannesen, váttaði fyri MikudagsSosialinum at felagið er í samráðingum við 28 ára gamla Martin Lellek um at taka yvir eftir Julian Johansen.