Stigaposin er soltin, og manningarliga kundi tað staðið betri til. Soleiðis er støðan í EB/Streymi, og harvið eru fyritreytirnar so nógv øðrvísi, enn tær vóru tað í fjør, tá ið tað mest sum alla tíðina var blíður byrur, og EB/Streymur tryggjaði sær FM heitið.
Seinnapartin fær EB/Streymur vitjan av TB. Á Tvøroyri er fótbóltslagið gott. Ikki minst eftir at tað mikukvøldið eydnaðist næstbesta liðnum at vinna 4-3 í Vági. Í bestu deildini er TB tríggjar tær seinastu ferðirnar farið av vøllinum við úrtøku, og tað birtir vónir um, at tað skal eydnast at røkka málinum, sum í fyrstu atløgu er at varðveita plássið í fremstu røð.
Ein av ungu monnunum, Ragnar Tausen, skoraði hattrikk í Vági, áðrenn hann í 78. minutti varð borin av vøllinum og endaði á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Tíbetur vístu røntengenmyndirnar at einki var brotið.
Hjá EB/Streymi eru Arnbjørn Hansen og Brian Olsen langtíðarskaddir. Í trivaliga steypasigrinum ímóti Giza/Hoyvík fyri góðari viku síðani var Marni Djurhuus ikki við, og vøddaskaðin er so mikið álvarssamur, at álitismaðurin í verjuni heldur ikki verður við ímóti TB. Gunnar Zachariasen fer at loysa Arnbjørn Hansen av í fremstu ódnini.