Evnið er, hvussu Føroyar koma at síggja út í 2006 við atliti til eina oljutilgongd.
Vit tosa sostatt um fýra ár sum so aftur er eitt heilt valskeið. Hvat fer at henda í hesum valskeiði vita vit ikki, hvørki hvussu verður við sjálvststýri, fullveldi ella sambandi.Vit vita líka lítið, hvussu verður við oljutilgongdini. So til ber at siga her í kvøld, at vit standa rættiliga á berum at meta um, hvussu hetta samfelagið sær út bæði politiskt og vinnuliga um fýra ár.
Men okkurt vita vit kortini. Vit vita, at tá vit skriva 2006, so hava vit fingið ein undirsjóvartunnil fyri 200-300 milliónir, og tann næsti fyri 400 til 500 mill. er á gáttuni. Vit vita, at størsta íløgan í Føroyum nakrantíð, nýggja Norrøna fyri 600 til 700 mill. kr. er vorðin veruleiki. Vit vita eisini, at størsti almenni sáttmálin nakrantíð, bygging av nýggjum Smyrli, fyri 300 milliónir, er vorðin veruleiki. Hetta nevni eg bert fyri at vísa á nakrar av teimum risastóru íløgunum, sum samfelagið ger komandi fýra árini.
Vit sita her í kvøld fyri at tosa um avleiðingar av eini oljuvinnu, sum ógvuliga stór óvissa er um. Tað er sum um at mong av okkum líkasum vilja gera hana til stóra djórið í opinberingini, til gullkálvin dansað fer at verða um.
Tað verður sagt, at tað verður olja og inntøkurnar frá henni, sum fara at hava kollveltandi avleiðingar fyri samfelagið og okkum øll, uppá gott og ilt.
Men hvussu ber tað til, at vit vilja tosa so nógv um eina avbjóðing, sum vit ikki enn vita kemur og sum kanska liggur langt frammi í tíðini, tá vit um somu tíð ikki tosa um tað vit kunnu føla uppá, síggja og merkja her og nú, og sum eingin uttanífrá hevur tvingað inn á okkum men sum eru okkara egnu ynski og gerðir! Eg hugsi um umrøddu risastóru íløgur í ferjur, tunlar og annað komandi fýra árini uppá millum 1,5 og 2 milliardir. Koma ikki eisini hesar íløgurnar at hava kollveltandi avleiðingar uppá okkara samfelag og seta tær ikki eisini stór krøv til eitt alment kjak um hetta. Well, tær hoyra kanska ikki heima í júst oljutinginum.
Taka vit so tilfeingi sum so, verður nógv tosað um og stúrt fyri, tá talan er um oljutilfeingið, nevniliga hvussu tað kann ávirka umhvørvið, trygd og mentan osfr. Men hvussu ber tað til, at vit ikki eisini kjakast og seta somu spurningar, tá tað um fiskatilfeingi okkara og annað tilfeingi umræður!
Eg haldi tað er av stórum týdningi, at vit fáa eitt kjak um oljutilgongdina og hvussu hon uppá gott og ilt kann ávirka hetta fólkið og samfelagið. At vit tosa um tann nógva peningin, sum kann streyma inn í samfelagið. Men samtíðis haldi eg tað vera eitt sindur løgið og øvugt, at tá vit gera risaíløgur annars, sum hava stórar broytingar við sær í samfelagnum, eitt nú íløgur í tunlar, skip, vegir og havnir, at vit tá ikki at tosa um, hvussu hesar uppá gott og ilt fara at ávirka samfelagið. Her hugsi eg eisini um tær fíggjarligu bindingar, sum vit gera til komandi ættarlið, um tíðirnar versna osfr.
Menna egnan førleika
Og fyri at taka ein paralell ber eisini til at samanbera hetta við orðaskiftið um sjálvstýri og fullveldi og so hetta við eini nýggjari oljuvinnu. Skulu vit vera meira sjálvbjargin og so við og við taka ábyrgdina av øllum samfelagnum sjálvi, hvat eg haldi er skilagott, so verður oftani spurt, hvussu vit megna at átaka okkum allar tær ymsu uppgávurnar til tess at tryggja eina skilagóða tilgongd, og hvussu skjót henda tilgongd skal vera.
Í oljuprátinum stingur hetta sama seg upp. Hvussu stýra vit sjálvi hesum útviklinginum og hvussu megna vit at førleikamenna okkara egnu fólk til at tryggja eina skilagóða gongd! Hvussu tryggja vit okkum best, soleiðis at vit sjálvi eru før fyri at seta tey røttu krøvini til oljufeløgini, at fáa tey røttu ynskini fram, at stýra gongdini, at hava neyðuga eftirlitið osfr!
Og svarið til hetta er at brúka neyuðugu tíðina og orkuna til at førleikamenna okkara egnu fólk, stovnar og samfelag sum heild. Ikki bara tey fólkini, sum skulu arbeiða í hesi vinnu, men so sanniliga eisini nógvar aðrar tættir í samfelagnum og her ikki minst útbúgvingarverkið og mentanarlívið.
Vit skulu stýra, fyrskipa og ráða í egnum landi. Vit skulu stýra gongdini. Bæði politiskt og vinnuliga. Tað eru vit sjálvi best før fyri. Men til tess mugu vit fáa okkum tey røttu amboðini. Tey røttu fólkini og tær røttu umstøðurnar.
Skulu vit seta oljufeløgunum krøv og stýra gongdini, mugu vit eisini syrgja fyri, at tey hava røttu og bestu umstøðurnar at virka út frá. Tá verður eisini hugsað um íbúðir, barnargarðspláss osfr. Vilja vit troyta hetta nýggja tilfeingið, ið møguliga er í undirgrundini, so mugu vit førleikamenna ikki bara vinnuna men alt samfelagið. Tað haldi eg vit eiga at brúka komandi fýra árini fram til 2006 til.
Í dag vita vit ikki um lønandi felt eru. Vit vita tað kanska heldur ikki í 2006. Spurningurin er at hava tol eins og í øðrum samfelagsligum spurningum. Tað ræður um ikki at leypa framav men geva sær neyðugu tíðina. So førleikamenningin er nettup ein spurningur um tilrættalegging og at geva sær neyðugu tíðina til at kunna troyta tilfeingið skilabest og til at tryggja sær, at avleiðingarnar av at troyta tilfeingið eru mest av positivum slag.
Samstarv lyklaorðið
Og í øllum hesum er lykaorðið samstarv og aftur samstarv. Tað er eisini grundarlagið undir førleikamenningini. Vit byggja einki land uttan eitt gott samstarv og virðing fyri hvørjum øðrum. Vit fáa heldur onga skilagóða oljutilgongd uttan samstarv og virðing fyri hvørjum øðrum.
Onkustaðni skulu vit byrja, og eg haldi, at byrjanin hevur verið skilagóð, líka frá yvirtøkuni av oljuni í undirgrundini, til avtaluna við bretar um markið, forkanningarnar og nú til fyrstu boringarnar. Vit fingu eitt oljumálastýri til burturav at taka sær av hesi nýggju avbjóðing. Eg veit, at ikki øll halda, at tað var neyðugt, tí hetta átti at verið ein uppgáva hjá vinnumálastýrinum. Eg hoyri til teirra, sum halda, at hetta var skilagott. Men skriva vit 2006 veit heldur eingin her í kvøld, hvør lagnan hjá hesum stýri verður. Lat okkum siga at Agip borar ikki í ár, Statoil og BP bíða til 2004 ella 5, og Hess ikki er heppið í síni boring hinumegin markið í ár. Tá kunnu vit kanska spyrja, hvør lagnan verður hjá oljumálastýrinum. Kann tað hugsast at ein komandi samgonga finnur uppá at niðurleggja tað? Stýrið ella landsstýrismaðurin fyri olju var lutvíst ein politisk neyðsemjuloysn fyri at fáa politisku kabalina at ganga upp. Kann tað nú henda, at fyri at fáa enn eina politiska kabalu at ganga upp, at man so avtekur sama stýrið, eisini við tí grundgeving, at her hendir ov lítið? Eg veit tað ikki. Eingin her veit tað. Men verður nógv olja funnin, so verður so sanniliga brúk fyri hesum stýri og landsstýrismanninum eisini. Tá fara vit eisini at sanna, at tað var skilagott av okkum at gera tingini væl og grundiga frá byrjan. Tí haldi eg, at Oljumálastýrið eigur halda fram við sínum arbeiði, tó at tað altíð kunnu vera ymsar meiningar og metingar um ymisk viðurskifti, eitt nú um, hvussu pengarnir til førleikamenning ol. skulu brúkast. Her vita vit, at t.d. Mentamálastýrið fegið sá, at pengar frá førleikapuljuni frá oljufeløgunum eisini fóru til mentanina.
Tá tað so verður tosað um samstarv, so er tað eisini umráðandi, at stýrini sínamillum samstarva, nakað, sum vit kanska ikki hava ov nógvar góðar royndir av. Og her haldi eg tað er sera umráðandi, at vit fáa ein betri ella størri dialog millum eitt nú Oljumálastýrið og Menta- og útbúgvingarmálastýrið sum so aftur syrgja fyri, at teirra avgerðir passa inn í samlaðu samfelagsmyndina tvs. at eisini onnur stýri vita av teirra gerðum og avleiðingunum av teimum fyri aðrir tættir av samfelagnum.
So kanska er lyklaorðið í hesum spurningum nettupp eitt tættari og betri samstarv millum øll tey ymsu stýrini fyri ikki at tosa um landsstýrismenninar. Ja kanska tað kundi verið eitt hugskot at havt ein felagsnevnara, eina nevnd við einum umboði úr hvørjum stýri, sum nettup fekk til uppgávu at samskipa og reisa teir røttu spurningarnar til røttu tíðina, tá tað snýr seg um eina kommandi stóra oljuvinnu. Hvussu hon verður best frágingin og hvussu negativu avleiðingarnar av henni verður minst møguligir. Tað skal vera mítt ynski.
Hóast oljutjakið hevur alstóran týdning, lat okkum tó ikki gloyma manglandi orðaskiftið um avleiðingarnar av milliarda íløgunum, sum samfelagið ger í hesum tíðum. Her kundi so ein av spurningunum verið, hvørji krøv undirsjóvartunlarnir, sum fara at knýta stórar partar av landinum nærri saman, fara at seta til okkara ferðslumentan.