Kaj Leo Johannesen
??????????????????
Føroyar og Danmark eiga at samstarva á trygdarpolitiska økinum - til gangs fyri báðar partar.
Løgtingið hevur í vikuni havt aðalorðaskifti um føroyskan trygdarpolitikk. Lagt verður upp til, at ein nýggj samtykt verður sett í verk, har álagt verður landsstýrinum at taka neyðug stig til tess at røkja trygdarpolitisku áhugamál Føroya.
Men uppskotið til samtyktar nevnir einki um, at gomlu hernaðarsamtyktirnar verða settar úr gildi, og tað er heldur ikki neyðugt, tí spurningurin er, um tær nakrantíð hava havt nakran veruligan týdning.
Í 1948 samtykti løgtingið heimastýrislógina, og gav harvið frá sær heimildirnar til avgerðarættin á trygdarpolitiska økinum. Men kortini hevur løgtingið seinni gjørt sínar egnu sam-tyktir, ið ikki samsvaraðu við heimastýrislógina.
Føroyar hava soleiðis sitið á tveimum hestum í langa tíð, hvar ið vit bæði vóru við og ímóti felags trygdarpolitikkinum hjá danska ríkinum.
Felagsskapir og eisini onkur politiskur flokkur hava í nógv ár mótmælt radarstøðini á Sornfelli, men nú tá okkurt bendir á, at støðin møguliga verður niðurløgd, mótmæla hesi somu eisini tí ætlanini.
Sambandsflokkurin hevur í Nýskipanaruppskotinum víst á, at ríkisstjórnin eigur formliga at umsita trygdarpolitikk Føroya, men hetta eigur kortini ikki at forða fyri, at Føroyar taka størri ábyrgd á økinum.
Tað er at fegnast um, at nýggja landsstýrið hevur tikið hetta álvarsmálið upp, soleiðis at vit fáa størri ávirkan, greiðar reglur og gott samstarv til gagns fyri báðar partar í einum vælvirkandi ríkisfelagsskapi.










