HB og 07 Vestur spældu tíðliga seinnapartin venjingardyst í Gundadali. Tað var leingi málleyst, men so skoraði HB fýra mál. Málskjúttar vóru Daniel Johansen, Øssur M. Dalbúð, Áki D. Samuelsen og Pætur J. Petersen.
Merkisvert var tað, at nýggi venjarin hjá 07 Vestur, Michael Schjønberg, gekk á høkjum. Fyrrverandi danski landsliðsspælarin var í vikuni óheppin, tá ið hann spældi innandurðafótbólt og sleit hælsinuna.










