Lyklaleikari heldur fram í AB

Ein av lyklaleikarunum hjá AB, hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið

Ein av lyklaleikarunum hjá AB hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið í eitt ár afturat. Hetta boðaði heimasíðan hjá AB frá í gjárkvøldið.

 

Leikarin, ið talan er um, er liðskiparin hjá AB, Rói Danielsen, sum spælir fast í miðverjuni hjá AB.

 

AB heimasíðan skrivar:

Verjukempan og liðskiparin Rói Danielsen leingir sáttmálan við FC Argir. Rói hevur undirskriva ein 1 ára sáttmála við AB.

 

Rói hevur verið sera stinnur í verjuni hjá AB, og tað er gott at Argjamenn velja at fortseta hjá AB. Rói er uppvaksin í felagnum, hann var eitt tíðarskeið í Danmark og kom aftur til felagið seinasta kappingar ár.