Lykladystur við Stórá

Í 2. umfari, 16. mars, tók 07Vestur ímóti TB. Úrslitið var, at 07Vestur vann sannførandi 4-1 sigur. Síðani tá hevur 07Vestur spælt átta landskappingardystir. Fýra ferðir hevur tað eydnast at megna javnleik, og fýra ferðir hevur vágaliðið tapt. Soltna úrtøkan ber við sær, at uppflytaraliðið í Vágum er á niðurflytingarplássi. Nú er TB aftur á skránni, og tað er einki, sum eitur. Um 07Vestur tapir í dag, so verður fjarstøðan upp til TB sjey stig, og tá fer tað at kennast ógvuliga tungt.

 

-Stóri trupulleikin er, at vit skora ov fá mál. Um vit skulu hugsa um at vinna, so er neyðugt, at vit skora fleiri ferðir, og so er neyðugt, at vit ikki gera mistøk av tí slagnum, sum var orsøk til fyrra málið á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hetta var stutt undan steðginum, og inntil tá kendu vit okkum at vera væl við. Tað var í hvussu so er eingin munur á liðunum, heldur 07Vestur málverjin Andras Gango.

 

At tað ber til at vinna stig á útivølli hevur 07Vestur víst við javnleikum ímóti HB og Víkingi.

 

Tá ið TB hevði tapt stórt í Sørvági, mundi kenslan nógva staðni vera, at tvøramenn vóru upplagt evni til niðurflyting.

-Hetta er einasta ferðin higartil, at vit hava kent okkum avsmurdar. Síðani hava vit verið partur av nógvum tøttum uppgerðum, og vit hava kent okkum óhepnar, og kanska hevur tað ikki verið nóg gott, tá ið vit fleiri ferðir hava mist sigurin í síðstu løtu. Tað kostar nógv at spæla javnt í staðin fyri at vinna, og sunnudagin vóru vit ógvuliga vónbrotnir, at vit ikki vunnu ímóti KÍ, sigur TB veteranurin Óli Johannesen.

Saman við sær á liðnum hevur Óli nógvar ungar, evnaríkar og arbeiðssamar spælarar. Hóast teir hava verið við til at mynda dystirnar, so er niðurflytingarplássið ikki so ógvuliga langt burtur.

-Tað er sera týdningarmikið, at vit vinna á heimavølli ímóti 07Vestur. Um vit tapa, so verður munurin lítil og eingin. Um vit vinna, so verður stutt fram til tey, sum kappast longri uppi á støðutalvuni, staðfestir veteranurin.

 

Tølini siga, at síðani stórtapið í Sørvági hevur TB bara tapt í Gundadali ímóti HB, tá ið tvøramenn vóru væl við, hóast teir at enda taptu 3-0. At talan bara hevur verið um tveir sigrar, og at liðið fimm ferðir hevur verið partur av javnleiki, er orsøk til, at støðan er, sum hon er.