Sum kappingin líður eru lykladystir ella seks stigs dystir, sum summi kalla tað, á skránni hvørt vikuskifti. Hesa ferð er ein av týdningarmiklu uppgerðunum tann í Gundadali, har klaksvíkingar í morgin koma at stríðast fyri at halda tørn um munin upp til HB. Munurin tódnaði eftir síðsta umfar. Nú eru HB bara tvey stig undan KÍ.
B36 vann seks stigs dystin ímóti HB mánakvøldið. Við sigri á KÍ í morgin eru teir við aftur í kappingini um pláss í Europa, og laga úrslitini hjá hinum feløgunum seg til fyrimunar fyri B36, so er ikki so langt upp á toppin.
Men so skulu trý stig fáast ímóti KÍ, og í B36 siga teir seg vera greiðar yvir, at dysturin skal vinnast. Fyrsta takið er at fáa alt fólkið niður aftur á jørðina eftir meiri enn væl komna sigurin á HB.
Tað er dyggur smeitur hjá B36, at Pól Thorsteinsson, sum rættuliga tykist vera komin fyri seg, ikki verður við ímóti KÍ. Gula kortið, sum hann fekk ímóti HB, ger, at hann er leikbannaður í morgin.
Hinir spælararnir, sum vóru við ímóti HB, eru allir tøkir. Áki Mørk fekk ein snudd í unglingadysti ímóti GÍ týskvøldið, men tað verður roknað við, at hann verður klárur. Carl Høgnesen er farin at renna aftur, men enn gongur rúm tíð, áðrenn hann verður við aftur. Tomislav Sivic skal sita uttanfyri tvær ferðir afturat, áðrenn hann sleppur at royna seg aftur.
Stórur áhugi
Hóast klaksvíkingar halda nítiára føðingardag hetta vikuskiftið, so kann kassameistarin hjá B36 gleða seg um, at nógvir áskoðarar koma úr Klaksvík í morgin. Teir tevja rættuliga møguleikan fyri FM heitinum.
Jóannes Jakobsen mundi vera glaðasti maður í Gundadali mánakvøldið, sjálvt um barndómsfelagið hjá honum tapti. Hann hevur allar spælararnir tøkar í morgin. Eisini Pól Juel Vilhelmsen, sum ikki var við ímóti ÍF, tí hann hevði fingið lítlan løst ímóti B36 á ólavsøku, tá heimaliðið vann 2-1.
Í Klaksvík fyrr í ár endaði 1-1. KÍ hevur ikki vunnið á útivølli ímóti B36 síðani 1994, tá teir vunnu 4-0.
Í fjør og í 1995 vann B36 2-1, og í 1996 endaði 1-1.