Seinnapartin eru fýra dystir í bestu fótbóltsdeildini á skránni. Talan er um 25. og harvið triði síðsta umfar. Í toppinum er møguleiki fyri, at HB, sum er á veg til Fuglafirðar, skal tryggja sær FM heitið. Um tað skal eydnast, so skal HB hava í hvussu so er eitt stig við sær suður aftur.
Í botninum er stórt trýst á TB, sum er á veg í Gundadal at dystast við B36.
NSÍ, EB/Streymur og B36 kappast um at vinna bronsukrónurnar.
Fyrsti dysturin í hesum umfarinum varð spældur í gjár, tá ið KÍ við 1-0 sigri á Argjum lylfti sær – fyribils í hvussu so er – eitt sindur úr botninum.
ÍF-HB: Petur Reinert kl. 16.00
EB/Streymur-Víkingur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
07Vestur-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36-TB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Støðan
HB 51
ÍF 43
NSÍ 39
EB/Streymur 38
B36 37
Víkingur 34
AB 28
KÍ 25
TB 22
07Vestur 14
AB og KÍ hava spælt 25 dystir, og hini liðini hava spælt 24 dystir.