Lykketoft í uppskoti sum ST-formaður

Danska stjórnin fer í dag at skjóta upp, at Mogens Lykketoft, fólkatingsformaður, verður formaður á ST-aðalfundinum í tíðarskeiðinum frá september í 2015 til september í 2016.

Danmark hevur ongantíð havt formansstarvið á ST-aðalfundinum, og Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, sigur, at í Mogens Lykketoft hevur Danmark eitt formansevni við øllum neyðugum førleikum.

Londini í Vesturheiminum eiga formannin á 70. aðalfundinum í 2015-2016, og eftir skipanini verður hann valdur í juni í 2015. Sambært danska uttanríkisráðnum er Mogens Lykketoft tað einasta valevnið, sum er í uppskoti, men tað er hent fyrr, at stríðsval hevur verið um formansstarvið.

Formansstarvið á ST-aðalfundinum er fulltíðarstarv, og tí noyðist Mogens Lykketoft at søkja um farloyvi frá Fólkatinginum, fær hann formansstarvið í New York, sigur uttanríkisráðið í Keypmannahavn.