Næstu ferð danir fara í valhølini at seta sín kross til fólkatingsvalið, verður eitt kent navn ikki á atkvøðuseðlinum. Eftir eina drúgva starvsleið sum ein av fremstu politikarunum í Danmark, boðaði Mogens Lykketoft í dag frá, at hann ikki stillar uppaftur til næsta val.
Tað fortaldi hann fyri sínum partafeløgum, tá hann hevði orðið á landsstevnuni hjá Sosialdemokratunum.
- Í 35 ár, helmingin av mínum lívi, havi eg sitið í Fólkatinginum. Frá 1. oktober og fram til næsta val, nær tað so enn verður, verði eg aftur í mínum sessi í Fólkatinginum. Men fyri nøkrum mánaðum síðan boðaði eg míni lokalu nevnd frá, at eg næstu ferð, 13. ferð, ikki stillu upp til val, segði fyrrverandi formaðurin hjá Sosialdemokratunum í røðuni.
Mogens Lykketoft kann hyggja aftur á eina langa starvsleið innan politikki, har hann hevur sitið á nøkrum tyngstu sessunum í donskum politikki.
Hann varð fyrstur ferð valdur inn á Fólkatingið í 1981, og tók við sínum fyrsta ráðharrasessi sama ár, tá hann gjørdist skattamálaráðharri í síðstu sosialdemokratisku stjórnini hjá Anker Jørgensen, og røkt hann sessin fram til 1982.
Tá Poul Nyrup Rasmussen gjørdist forsætisráðharri í 1993, tók Mogens Lykketoft við sum fíggjarmálaráðharri og røkti hann sessin fram til 2000, tá hann gjørdist uttanríkisráðharri, har hann var í eitt ár.
Tá Poul Nyrup Rasmussen í 2002 legði frá sær sum formaður fyri Sosialdemokratarnar, avloysti Mogens Lykketoft hann sum formann.
Frá 2011 til 2015 røkti hann sessin sum formaður fyri Fólkatingið, og í 2015 var hann formaður fyri aðalfundin hjá ST.