? Skjalið er bert ein listi yvir øki, har gjørt verður greitt, hvørjar útreiðslurnar koma at verða, um føroyskt fullveldi merkir, at ríkisfelagsskapurin og ríkisborgaraskapurin heldur uppat.
Hetta sigur danski fíggjarmálaráðharrin, Mogens Lykketoft, millum annað í svari uppá fyrispurning frá Jóannesi Eidesgaard, fólktingslimi.
Jóannes Eidesgaard setti beint eftir fyrsta samráðingarfundin um ríkisrættarligu støðuna Mogens Lykketoft fyrispurning um roknstykkið, danska stjórnin legði á borðið undir samráðingunum. Í roknistykkinum var gjørt greitt, hvussu nógv hvør einstakur føroyingur kostar danska statinum - eisini føroyingar búsitandi í Danmark.
Í fyrispurninginum spyr føroyska fólkatingsumboðið millum annað, hvat endamálið er við roknistykkinum.
? Eg vil undirstrika, at skjalið bert er eitt notat, ið ikki kann lesast sum vegleiðandi politisk sjónarmið. Talan er um eitt yvirlit, ið vit løgdu fram á samráðingarfundinum og bóðu føroyska landsstýrið um viðmerkingar til.
Mogens Lykketoft vísir á, at vóru viðmerkingarnar, landstýrið hevði til skjalið á samráðingarfundinum almannakunngjørdar í føroyskum miðlum, var sloppið undan einari rúgvu av misskiljingum.