Poul Nyrup Rasmussen hevur boðað frá á tíðindafundi, at samráðingarnar verða tann 2. juni við føroysku stjórnina, men ein av fyrstu døgunum kemur Lykketoft á vitjan, og kanska kemur hann longu í morgin
Internet-Sosialurin hevði Anfinn Kallsberg, løgmann, í telefonini fyrrapartin, og tá váttaði løgmaður, at Lykketoft kemur hendavegin, og at tað ikki er landsstýrið sum hevur boðið honum á vitjan. Hann kemur av sínum eintingum.
Spurdur, nær Lykketoft kemur, segði løgmaður, at tað eru nøkur formaðlia, sum skulu orðnast í sambandi við eina tílíka vitjan, og at nærri verður at frætta í kvøld.
Hetta var tað løgmaður kundi siga nú, men Internet Sosialurin hevur meira um vitjanina eftir klokkan 18.00 í kvøld.