Kinna Poulsen hevur sæð leikin Lykkenborg, og hon hevur á listaportal.com ummælt.
Hon sigur m.a.:
Jú, vit eru á mangan hátt á kendum leiðum í leikinum, Lykkenborg við søguni um Poul Jóhannus Poulsen úr Miðvági, eyknevndur Lykken, sum, tá hann kom á danska andveikrastovnin, Rødbygaard, varð flokkaður sum “sinke”. Orðið er á Sprotanum týtt til sibba - tað var vanligasta happingarnavnið í fólkaskúlanum, har eg gekk. Sibbar vóru til dømis nærsýnd, tá tey ikki fingu alt við á talvuni, men eisini spaklynt, tí tey vildu hugsa seg um áðrenn tey svaraðu. Sibbar vóru tey klóku, tí tey ivaðust hvat av teimum mongu møguligu svarunum, tey skuldu velja, tá tey vóru spurd og tey smædnu vóru eisini sibbar og tey ræðhærdu við brillum, tí tað vóru tey bara og tey tjúkku og so framvegis. Vit hava sjálvt sibbatættir sum partar av okkara skattaðu kvæðamentan - so mikið umráðandi hevur tað verið at heingja tey út, sum vóru øðrvísi aja - tey, sum siga, at alt var betri fyrr, skuldu sloppið at gingið øll fólkaskúlaárini umaftur (í svarta skúlanum). Nútíðin er so nógva ferð betur, nú vit við støði í fakligari greining kunnu hjálpa heldur enn oyðileggja.
Tað er ivasamt um eg kenni persónin Poul Jóhannus Poulsen betri eftir leiklok, tí søgan um hann verður søgd meira universalt enn persónliga - meira abstrakt enn ítøkiligt og tað fáa vit longu varhugan av, tá vit síggja tann einfalda pallin. Tað er í roynd og veru bara ein stálramma við grúsi niðast, eini talvu at skriva á, einum rúti at hyggja ígjøgnum og ymiskum rørum í rammuni, sum verða brúkt visuelt og akustiskt til at mynda scenografi. Einfalt og genialt sameinir hon tveir heimir, ein frían, sjálvsagdan, abstraktan heim sum tá børn spæla og ein skúlakendan heim, har vit um somu tíð síggja Poul Jóhannus og hansara trupulleikar av teirri beinu strikuni alt meðan vit sjálvi verða tikin í skúla.
Ummælið hjá Kinnu Poulsen kann lesast í fullari longd her:
Lykkenborg - eitt monument ognað krúllum, fløkjum og øðrum óreglusemi — Listaportal