Við enska heitinum "Castle of Joy" skal leikurin Lykkenborg hjá virðislønta leikbólkinum 'Det Ferösche Compagnie' á pall í týdningarmesta mentanardeplinum í London, The Barbican. Samskiftið millum DFC og The Barbican byrjaði í fjör og hendan tilgongdin hevur ført til, at tað verða fimm sýningar av Lykkenborg á hesum stóra, altjóða palli í døgunum 28. februar til 2. mars í ár.
Sum eina upptakt til pallsetingina í London kemur DFC til Løkshøll at framføra leikin soleiðis sum hann verður framførdur í London. Tað vil siga, at sjálv frásøgan verður á enskum meðan tað, ið høvuðspersónurin, Lykken (Pól Jóhannus) og aðrir leiklutir siga framvegis er á føroyskum.
Atgongumerki fáast á loksholl.fo og við dyrnar. Íroknað prísin er kaffi og okkurt smávegis afturvið í steðginum.
Um ynski at fáa Lykkenborg á pall í The Barbican skrivar Jill Shelley, framleiðari, soleiðis:
The Barbican Centre is one of Europe's leading multi-arts centres. (…) We are widely
known for showcasing the best of the international performing arts in London and
platforming new voices and perspectives on the global stage. (…) I went to see Castle of
Joy (Lykkenborg) by Det Ferösche Compagnie and immediately knew it would fit well
within our programme. This international work is of excellent quality. I loved the multi-
disciplinary approach to the telling of a story based on true events. Faroese work is
under-represented in our programme and I think this piece would have strong appeal to
our audiences.
Um hendan møguleikan sigur Búi Dam, leiklistarligur leiðari í DFC, soleiðis:
Hetta er ein stórur dreymur sum gerst veruleiki fyri okkum í Det Ferösche Compagnie.
Tey flestu av okkum hava lisið í London. The Barbican er staðurin, har vit hava havt tær
stóru listarligu upplivingarnar, sum eisini hava formað okkum sum listafólk og
leikbólk. Romeo Castalucci, Robert LePage, Ivo Van Hove, Katie Mitchel, Akram
Khan, Royal shakespeare Company og Complicité eru bara nøkur av nøvnunum sum
frammføra regluliga á The Barbican. At vit nú skulu á sama pall sum hesi megnar
listafólk er stórt fyri okkum, og fyri føroyska leiklist sum heild.