Lykilin um hálsin og fartelefon í lummanum

   

Bjørg Joensen, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
????????
Eg haldi, at kommunan skal byggja barna- og ungdómshús í nærumhvørvinum, har børn aftaná skúlatíð kunnu vera undir skipaðum viðurskiftum. Tað kundi verið ein fyrimunur at kombinera hús til yngri børn við ungdómshús soleiðis, at tey eldru børnini eisini fáa innivist aftaná skúlatíð og um kvøldarnar.
Tá vit vóru børn í 70 -80 árunum, var einki stað at fara aftaná skúlatíð, har vit kundu vera saman við øðrum børnum og vaksin vóru um okkum. Nógv er broytt síðani tá, m.a. tað, at so at siga øll foreldur arbeiða úti. Hóast hetta er framvegis lítið broytt á økinum.
Tað órógvar familjur og harvið eisini arbeiðsmark-naðin, at børnini eftir skúlatíð ikki hava skipaðar umstøður. Lykilin um hálsin og fartelefonin í lumm-anum er ikki besta loysnin. Foreldur eiga at kunna fara til arbeiðis við vitanini um, at børn teirra eftir skúlatíð eru í tryggum hondum. Børnini hava hægstu raðfesting hjá foreldrunum, og tað eiga tey eisini at hava hjá kommununi.
Barna- og ungdómshúsini skulu ikki vera framhald av skúlanum, men eitt stað har børnini undir skipaðum karmum sleppa at royna seg og verða partur av eini heild í frítíðini. Tey skulu sleppa at verða kreativ, taka støðu fyri ella ímóti, og læra at siga frá, og gera sínar egnu royndir.
Foreldur raðfesta børnini hægst, tað skal kommunan eisini.
Vit skulu tillaga kommununa eftir okkum, ikki øvugt.