Lykilin til trillibøruna - takk!

Reinhaldið hjá Tórshavnar Kommunu hevur fingið eina tøkniliga framkomna eldrivna trillibøru, sum bæði kann bakka og vippa.

Nógv hevur seinastu tíðina verið gjørt burturúr elbilum. Herfyri royndarkoyrdu vit ein elbil hjá Lendisdeildini hjá Tórshavnar Kommunu, og nú hevur Reinhaldið hjá kommununi fingið eina eldrivna trillibøru.


Talan er um eina italska Zallys Dumper Jet við trimum hjólum, tveimum framman og einum aftan. Trillibøran er sum ein lítil dumpari. Hon er væl útgjørd og kann bæði bakka og vippa, eins og lykil skal til fyri at seta hana í gongd. Zallys verksmiðjan, sum KJ Hydraulik ið umboðar, gera annars nógv ymisk sløg av el-flutningstólum.


Vilhelm F. Jakobsen, sum dagliga koyrir trillibøruna, sigur, at hon er til stóra hjálp hjá honum til at rudda kring um í býnum. Nógvastaðni eru brekkur, og tað kann vera tungt at ganga við eini vanligari trillibøru við fullari last. Av tí at hendan er el-drivin, er hon sera løtt at arbeiða við og at handfara.


Dumper Jet, sum lastar upp til 400 kg, hevur ein 24V elmotor og koyrir við eini ferð upp á 5 km/t. Ein slík el-trillibøra kostar umleið 30.000 krónur, alt eftir hvat útgerð hon hevur.


Jørmund Olsen, formaður í Reinhaldinum hjá kommununi, sigur, at hóast hendan Zallys Dumper Jet kostar umleiðr tríggjar ferðir so nógv sum ein vanlig arbeiðstrillibøra, er hetta ein góð íløga. Hendan fyrsta, ið er keypt sum ein roynd, vísir seg at lætta væl um í dagliga arbeiðinum. Býurin er stórur og tað er langt um at fara.