Lestrarstevnan, sum hevur til endamáls at lýsa hugsanirnar og visiónirnar hjá nøkrum av fremstu fólkum landsins í vón um at nakrir av spurningunum sum tey lesandi og almenningurin annars sita inni viðvíkjandi Føroya framtíð, verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. juli 1999 14.00-18.00
Skráin:
Kl. 14.00 Hugleiðir Jóannes Dalsgaard frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum um týdningin av útbúnum fólki, hvørjar ætlanir eru í Føroyum um framhaldsútbúgvingar o.s.fr. Aftaná verður orðaskifti.
Kl. 15.00 Hugleiðir Kjartan L. Kristiansen, menningarstjóri, um útbúgving ? leiðin til nýhugsan ella vanahugsan. Aftaná verður orðaskifti.
Kl. 16.00 Byrjar pallborðsfundur undir heitinum ?Lykilin til ár 2000?. Luttakararnir í panelinum siga frá teirra hugsanum, visiónum og framtíðarætlanum og hvat teir meta at Føroyar og Føroya ungdómur eiga at hava í huganum tá hurðin til ár 2000 skal latast upp, so at Føroyar og tann einstaki fáa bestu framgongd í komandi øld.
Luttakararnir í panelinum verða: Pál Weihe, læknastjóri, Magni Arge, Atlantsflog, Niels Christian Nolsøe, Elektron, Petur Joensen, Oljufyrisitingin og umboð fyri fiskivinnuna.
Orðstýrari verður Ólavur Ellefsen frá VIT.
Meginfelag Føroyska Studentasigur, at lesandi og øll onnur, ið hava áhuga í og meiningar um útbúgving og framtíð Føroya, eru vælkomin.