Thorbjörn Brochs
Í tí heitasta kjakinum sum vit hava nú í heyst, kjakið um rættindi teirra samkyndu - eitt viðkomandi kjak - er alt ov nógv blandað við óviðkomandi “tilfar”, ella hvat ein skal nevna tað. Nógvar lygnir verða skaptar av hálvsannindum.
Høvuðslygnin, sum fær mest tøð frá pressuni, er at løgreglan kann verja fólk uttan so, at tey eru samkynd. Til hesa framleiðslu hevur pressan nýtt tveir polititænastumenn sum vitnir. Eg vildi nógv heldur hoyrt, hvat ovasta ábyrgdarfólk hevði at siga. Vilt tú vita nakað nágreiniligt, spyrst tú ikki lærlingin, men meistaran! Hevur Løgmálaráðið givið teimum taluforboð í hesum máli?
Mítt ynski er, at løgreglan skal meta øll tey samkyndu at vera “miðalhampaføroyingar”, og harvið geva teimum ta verju, sum Marsanna og Palliba fáa. Tað er hennara skylda.
Ein onnur lygn er, at tað eru tey kristnu, sum eru móti teimum samkyndu. Nei, vit vilja, at samfelagið skal verja tey fullt út. Tað vit ikki vilja, er at kirkjan og samkomurnar skulu missa sítt trúarfrælsi og rættin til sjálvstýri. Men tað er júst ætlanin við lógaruppskotið. Vit síggja longu úrslitið í nógvum londum, har uppskotið er vorðið lóg.
Ein, ið ikki lýgur, er útisetin, sum segði, at hann sjálvur gjarna kundi hugsað sær at flutt heimaftur, um umrødda lóg kom í gildi og skrásett parlag afturat kom í gildi hjá okkum.
So kundi eg eisini ynskt mær, at tey ið eru ímóti Bíbliuni sum amboð í hesum kjakinum, sjálvi helt sær frá tí. Ein fyrrverandi tingmaður, sum var ímóti, at ein nýtti Halgubók í kjakinum, førdi seg sjálvan fram sum gudfrøðingur. Tá ið Jesus segði, at einki plásstrot var í himmalinum, tulkaði hann tað soleiðis, at trúgvin kundi vera tað ein sjálvur valdi. Tað tori eg ikki at satsa uppá. Men eg tori væl at lata verðsligt vera verðsligt, og lata Bíbliuna leiða hjarta mítt.
At enda vil eg nevna, hvat hevur plágað meg mest í hesum førinum, at hvørki kringvørp ella bløð hava tikið ábyrgd ta longu tíð, sum kjakið hevur koyrt. Tey hava selt eina vøru uttan at lýsa hennara veruliga innihald. Eingin analysa hevur verið, sum hevur hjálpt okkum at fata, hvat vit veruliga tosa um. Tað er gott, at fólk sleppa at bera síni sjónarmið fram, bæði lærd og ólærd. Tann partin hava tit gjørt rætt. Men eingin “lærari” er settur at “rætta uppgávurnar”.
Eg vil sammeta tað vit klandrið, sum var millum Høgna og Tórbjørn. Sjálvt um fleiri aðrir menn, umframt teir báðir, nevndu ítøkiligar hendingar og skjøl, kom tað ongantíð fyri, at nakað tíðindafólk “kom okkum til hjálpar”, soleiðis at vit vistu, hvat var satt ella ósatt. Eg minnist ta tíð, tá ið journalistar viðgjørdu mál. Men tá vóru teir í minsta lagi studentaskúlalærarar, og ikki áhugaleikarar. Væl veit eg, at fjølmiðlarnar, sum aðrar fyritøkur, hava pengar fyri neyðini, men nakrar dygdarvørur má tað vera pláss til.










