Lygnir uttan landamørk

Jóannes Eidesgaard valdi á grønlendska valdegnum at seta beinleiðis lygnir á prent í Grønlandi um sínar egnu lands-menn. Og hann heitti á grønlendingar um at velja aðrar flokkar enn loysingarflokkar.

Jóannes Eidesgaard og Katrin Dahl Jacobsen royna nú at fjala út yvir, at formaður javnaðarfloksins hevur gjørt føroyskum politikki fyri skommum og hevur tosað niður til alt tað grønlendska fólkið.
Tað skrivaða orðið kann ikki takast aftur. Ein og hvør kann lesa, at Jóannes Eidesgaard hev-ur borið somu lygnir fram um føroysku fullveldisarbeiðið, sum danska stjórnin brúkti at ræða við undir fullveldissamráðingunum.
Tí eri eg eisini sann-førdur um, at henda grein er skrivað eftir boðum úr Danmark og neyvan hev-ur Jóannes verið heilt greiður um, hvat hann hevur latið seg brúka til.
Tað mest komiska er kortini, at Jóannes Eides-gaard tosar um at finna breiðar semjur. Samstundis sum hann lýgur um sínar egnu landsmenn og niðurger bæði teir føroysku og donsku flokkar, sum arbeiða fyri fullum frælsi.
Ein politikari sum fer í eitt annað land at breiða út lygnir um politiska meirilutan í sínum egna landi. Ein meiriluta, sum fólkið í landinum sjálvt hevur valt.
Hann hevur antin misskilt, hvat fólkaræði er. Ella góðtekur hann ikki fólkaræðið, tá tað ikki gongur honum eftir vild. Virðing fyri øðrum hevur hann so ikki.
Hetta prógvar greinin, sum Jóannes hevur sett navn undir. Ongin koloniharri kundi havt skrivað tað betur og við minni virðing fyri sínum egna og grønlendska fólkinum.
Og tá kann ein og hvør gera sína egnu niðurstøðu um, hvør er semjusøkjandi og hvør hevir viljan til at gera nakað yvirhøvur.
Eg haldi, at tað er syndarligt.
Nógvir góðir felagsskapir eru stovnaðir, sum arbeiða tvørturum landamørk. Sum hava til endamáls at samstarva millum fólk um felags mál.
Nú hevur Jóannes Eidesgaard gjørt seg til talsmann fyri ein arbeiði, sum kann rópast "lygnir uttan landamørk".
Hvat gott skal koma burturúr einum slíkum - ja, tað bíði eg framvegis eftir svari uppá.