Árni Dahl, eftirløntur lærari
-----
“Á hesum høga tingi!” soleiðis málbera tingfólk seg ofta.
Eg meini tað! hugsar tú eitt týskvøld í oktober 2013, nú sjónvarpssendingin “Skálafjarðartunnilin – kosta hvat tað vil” er lokin, og tú spyrt teg sjálvan:
Hvussu leingi skal tjóðin tola hesa eyðmýking? Hvussu djúpt kann politiska skipanin smokka?
Tað er væl og virðiliga prógvað, at løgmaður í hesum máli hevur logið – fleiri ferðir.
Og so koma fram fyri teg hesir persónarnir, sum halda hondina yvir honum.
Eru ikki millum teirra fleiri fólk, sum dagliga prædika kristna siðalæru? Sum vísa á hann sum fyrimynd, ið segði seg vera vegin, sannleikan og lívið?
Er ein sannleiki galdandi í kirkjum og samkomuhúsum og ein annar á løgtingi?
Eru alt bara gudiligar lótir?
Tað eru mong, sum siga, at álitið á politisku skipanina er fokið.
Skal nú takast frá okkum tann hugmynd, ið foreldrini lærdu okkum, frá tí vit dugdu á at skyna: at vit vuksu upp í einum kristnum samfelag, sum setti sannleikan høgt?
Svarið hevur meirilutin á Føroya løgtingi.