Fíggjarlógaruppskotið:
?Onki verður gjørt við parkeringskatastrofuna við flogvøllin í ár, og ongin peningur er á fíggjarlógini komandi ár.
?Gyltu lyftini um at útbyggja flogvøllin - "peningurin var klárur" - hevur ongin hoyrt nakað um eftir valið.
?6 Milliónir kr eru til allar vegir til allar vegir í Føroyum. T.v.s. at nærum øll vegagerð steðgar upp. Neyðugt er at játta 40 milliónir komandi ár.
?Gásadalstunnil steðgar upp.
?Norðoyatunnil er ikki á fíggjarlógini komandi ár.
?Onki er sett av til djúphavn í Vági
?Vegagerðin til Velbastað steðgar upp nú.
?Fiskivinnuskúlin, ið fekk annan bygning, áðrenn valið, fær onki.
?Skattalættin, ið er hart tiltrongdur, kann bert gevast, smb Karstin Hansen, við at niðurbinda lønmóttakarar í alla framtíð - hóast lønarlagið er lægri í Føroyum enn í grannalondunum, arbeiðsvikan longri, eins og skatturin NÓGV hægri.
?Ellisheim og heimarøkt skulu nú skerja munandi í ár. Og helst eisini komandi árini. Tey eldru skulu nú ofrast fyri loysingina.
?Bíðilistarnin á sjúkrahúsunum vaksa, tí sparast skal. Tey sjúku skulu nú ofrast.
?Útjaðaraøkispolitikkurin er fyribils eitt kontór - í Tórshavn - ímeðan kemur samgongan við uppskoti um at hækka ferðaseðlaprísirnar.
Orsøkin er risaskerjingin av blokkinum, ið teir søgdu, at ongin fór at merkja til, tíbolkkurin var settur inn á bók. Alt var og er lygn.
Føroyingar verða nú ofraðir fyri loysing. Undarligt, at Landabankastjóri, búskaparráð og aðrir, ið ikki vildu at oljuavgjaldi kundi avtakast (60 mill kr) - onki søgdu um vandan við at minka blokkin (366,4 mill kr um árið).
Føroyingar sleptir á fjall:
Onki trúgvi eg uppá at løgmaður mátti á fjall í ár. Í ár rann løgmaður ikki eftir seyði, men fyrst og fremst undan fíggjarlógini.
Á so mangan hátt kunnu vit siga, at loysingarsamgongan hevur slept føroyingum uppá fjall. Ongin stýring, onki skil. Lygnin drívir verkið.
Loysing merkir skerda vælferð:
Hví ikki viðganga, at loysing merkir skerda vælferð. Tí tað er veruleikin.
Vit byrja nú aftur at merkja "skvampini av kreppuni", sum Herman Oskarson málber seg.
Myrk skýggj eru fyri framman orsakað av loysingarpolitikki.
Vælferðin verður hótt hjá landsmonnum og kvinnum okkara- orsaka av loysing.
Sambandsfólk vilja byggja land upp - Einar tryggar Føroyar fyri øll.
Fyri at tryggja Føroyar, má loysingin avhøvdast. Og lygnin.