Borgarstjórin var skjótur, og í Dimmalætting 5. november - eina viku áðrenn valið – svaraði Heðin Mortensen: »Eg havi ongar ætlanir at skuldarbinda kommununa, men veit ikki, um Jan Christiansen og onnur kanska hava ætlanir um at gera tað? Eg vil sláa fast, at tað verður ikki við mær, at skuldarbinding av Tórshavnar kommunu vinnur frama«.
Nú nýggja býráðið hevur virkað í góðar tveir mánaðir, kunnu vit staðfesta, at eg tíverri fekk rætt í báðum pástandunum. Heðin pellaði, og nú hevur býráðið samtykt at lána 150 mió. kr.
Men tað sigur seg sjálvt, at tá ein kommuna bara í einum valskeiði økir rakstrarútreiðslurnar av kommununi við við 173 mió. kr. - ein øking uppa 55% - so má ganga galið.
Hækkað skattaprosent og enn størri skuld
Tórshavnar Kommuna var skuldarfrí, men er í dag er kommunan skuldarbundin fyri 150 mió.kr. Kostnaðurin er um 10 mió.kr. um árið í rentum - peningur, ið einki fæst fyri, men tíverri, lániveitslan er ikki av enn, og um ikki so langa tíð, verður kommunan aftur noydd at lána meira pening, um ikki alt skal steðga upp. Eisini sigur okkurt mær, at skattaprosentið verður hækkað komandi ár.
Men - The show must go on - livst so spyrt.










