Lýggjari veður seinni í vikuni

Nú sæst endi á kalda veðrinum, sum vit havt síðani fyri jól.

Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland grynnist og fer í ein landnyrðing inn yvir Íslandsryggin og stendur væntandi í stað. Eitt brúgvalag haðani rakar Føroyar í morgin og fer væntandi at standa í stað og vikna komandi dagarnar.

 

Fríggjadagin fer eitt djúpt lágtrýst í Norðuratlantshavinum eystureftir ímóti Írland, og eitt brúgvalag haðani fer væntandi fram við Føroyum leygardagin.

 

Forsøgn galdandi til í morginári:

 

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og eitt skifti regn ella vátaslettingur sunnaneftir, í støðum heglingur. Sum frá líður klárnar og vindurin lækkar í ein sunnan. Í nátt veksur hann vindin upp í frískan vind, 10 m/s. Hitin í dag millum 2 kuldastig og 4 hitastig, men sum frá líður verður lýggjari, upp í 7 hitastig.

 

Týsdagur:

 

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Fyrst sólglottar men sum frá líður meira skýggjað og eitt skifti regn sunnaneftir. Um kvøldið minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s og tað fer at klárna. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Mikudagur:

 

Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sólglottar og ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Hósdagur:

 

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sólglottar og okkurt ælið í støðum. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Fríggjadagur:

 

Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, seinni frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og stundum okkurt regn ella vátaslettingsæl. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagur:

 

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn. Hitin millum 4 og 7 stig.