Lýggjari men vátt

Týsdagin fer eitt brúgvalag framvið Føroyum av útsynningi og hósdagin kemur væntandi eitt brúgvalag afturat framvið.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av útsynningi. Skýggjað við regni ella vátaslettingi, men sum frá líður klárar í, tó verðu okkurt ælið og hitin millum 2 og 5 stig.. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av suðri. Sum frá líður verður skýggjað av vestri og út á náttina fer at regna. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein vestan og makar nakað. Fyrst regn, seinni klárar í úr vestri, tó verður okkurt ælið. Hitin um dagin um 5 stig. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig

 

Mikudagin verður lot til stívt andøvsgul av útsynningi, seinni eystri, 3 til 10 m/s. Okkurt ælið og møguliga sólglottar. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina niður í frostmarkið í støðum.

 

Hósdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 5 og 7 stig. Seinni klárar í, tó okkurt ælið og hitin fellur niður í 2 til 5 stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum eitt bil makar nakað. Ælaveður og samdrigið. Hitin alt samdøgrið um 5 stig, um náttina niður móti frostmarkinum í støðum.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið við hørðum hvirlum, 13 til 18 m/s, av útsynningi og vestri. Skýggjað og regn, men seinnapartin klárar í, tó okkurt ælið. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.