Petur Skeel, veðufrøðingur á Miðlahúsinum, væntar lýggjari veður um vikuskiftið. Tó so, áðrenn vit koma so langt, fer hann at vaksa um vindin.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum fýra og sjey stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og regn av og á. Hitin millum seks og níggju stig.
Leygardagin fyrrapartin verður hvassur vindur av landsynningi og regn. Seinnapartin minni vindur av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum átta og ellivu stig.
Sunnudagin verður lot av ymsum ættum og ælingur, mánadagin upp í ein strúk av suðri og útsynningi. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum sjey og ellivu stig.
Hósnáttina viknaði eitt hátrýst, 1016 hPa. í ein landnyrðing úr Føroyum. Fríggjanáttina dýpist eitt djúpt lágtrýst vestanfyri Írland og brúgvalagið sunnanfyri Føroyar kemur hendanvegin.