Eitt lágtrýst nærkast Íslandi úr einum útsynningi og eitt tilhoyrandi brúgvalag fer leygardagin fram við Føroyum. Sunnudagin fer ein hitabrúgv yvir Føroyar og síðani streymar lýggjari luft yvir oyggjarnar úr suðri. Í komandi viku kemur eitt hátrýst yvir oyggjarnar úr vestri og veðrið gerst støðugari.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og snarar í ein útsynning, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á, men seinnapartin fer at klára í. Hitin um 8 stig. Um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein sunnan. Turt, men sum frá líður skýggjað. Hitin millum 4 og 7 stig.
Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, okkurt ælið og hitin upp í eini 8, 9 stig. Um náttina skýggjað og támut og møguliga sirm, og hitin millum 6 og 8 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt, men eisini skýggjað og támut, seinni klárar í. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, seinni útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lítið lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 6 m/s. Turt og møguliga sól. Hitin millum 2 og 7 stig.