Eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum veksur og lýggjari luft streymar yvir Føroyar av útsynningi. Seinni í vikuni fer ein kuldabrúgv framvið oyggjunum av vestri.
Fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og kanska sól av og á og hitin millum sjey og tíggju stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul av útsynningi, turt, skýggjað og támut, og hitin millum fimm og átta stig.
Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt, yvirhøvur skýggjað og támut. Hitin um dagin millum fimm og tíggju stig, um náttina niður í tvey stig.
Sunnudagin eitt lot ella gul av útsynningi, undir 6 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað ella í støðum mjørki. Hitin millum fimm og tíggju stig, um náttina niður í tvey stig.
Mánadagin eitt lot ella gul av útsynningi, undir 6 metrar um sekundið. Seinni øtlar hann vindin upp í eitt andøvsgul ella stívt andøvsgul, 7 til 10 metrar um sekundið. Turt, og kanska skínur sólin. Hitin millum fimm og tíggju stig.
Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og til tíðir regn. Hitin millum fýra og átta stig.
Mikudagin gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum fimm og átta stig.










