Lýggj og óstøðugt luft rekur móti Føroyum

Veðurstovan sigur, at lýggj os slavin luft rekur ímóti Føroyum sunnaneftir

Eitt lágtrýst, 963 hPa, stendur í stað eystan fyri Suðurgrønland og dýpist. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum sunnaneftir. Eitt brúgvalag haðani er yvir Føroyum í kvøld, og eftir tað fer køld og óstøðugt luft at reka ímóti Føroyum av útsynningi við ælaveðri.

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin, skrivað klokkan 06.40 UTC.

Frískur vindur upp í ein strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn ella ælaveður. Seint í kvøld samregn. 

Um midnáttarleitið støkkur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður við regni ella vátakava. 

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður við regni ella vátakava. Hitin 2 til 8 stig.