Lyftistiðin er komin

Jólini við øllum sínum lekra mati eru av, og eitt spildurnýtt ár er byrjað. Men alt er ikki yvirstaðið - nú er lyftistíðin komin. Nýggjárslyftini skulu haldast, og fyri tey flestu snýr tað um at gerast klænri og sunnari enn áður.

Tey flestu okkara hava óivað havt nógv nýggjárslyfti, ið vit hava brotið nakrar tímar inn í nýggja árið. Lat 2007 ikki verða eitt slíkt ár. Fortel tínum nærmastu, at nú fert tú at leggja av at roykja ella eta góðgæti. Ofta hjálpur tað at fáa stuðul frá sínum nærmastu og at hava sagt nýggjárslyfti hart, so at tað er onkur annar enn tú, ið veit um tað.

Her er nøkur av teimum vanligastu lyftum, sum fólk lova á nýggjárinum.
Gevast at roykja
Eta sunnari
Stressa minni
Venja meiri
og finna kærleikan

Tey minni vanligu lyftini kunnu vera at:
Gera meiri skúlating
Skilja seg
Byrja at spara pening
Geva pening til tey fátøku
ella at siga seg úr starvið