Risaupphæddir skifta hendur fyri at sleppa at lova bíligari danmarkarferðir barnagarðar, ellisheim, hallir og operahús. Lyftini tróta ikki.
Bara eitt problem: Handan fiskivinnan vil ikki skikka sær soleiðis, sum tey, sum ikki eru í hasi vinnuni, vilja hava hana at virka. Og so duga vit heldur ikki longur at byggja sjálvi, hóast okkara egnu hava nomið kynstrið á hægsta stigi.
Tann almenna nýtslan leiðir okkum øll beina kós skrátt niðureftir skuldardýpið.
Hví - tí ov nógv okkara duga ikki at seta egnan kost á egið borð.
Fyrimyndin, Danmark, hevur heimsmet í skattatrýsti og seinførari umsiting. Sveis hevur helvtina minni almenna umsiting enn Danmark. Hvønn vilja vit so metast við? Síggi nú, at fleiri blaðgreinar rakna við og geva mær viðhald.
Sveinastykkið verður hetta:
Vit mugu syrgja fyri, at føroysk arbeiði, føroyskt tilfeingi, føroyskt byggivirksemi fer um føroyskar hendur. Eg veit, at fleiri stórarbeiði eru ætlað útlendingum at tilvirka.
Tað má ikki henda. Eg vil stríðast til seinasta andadrátt fyri, at arbeiði og lærupláss IKKI fara av síni oyggj, og at stórarbeiði ikki fara av landinum.
Handligar vinnugreinir skulu aftur mynda okkara gerandisdag.
»Hetta er ikki bara eitt lyfti. Hetta er ein ávaring.«