Lyftini til Heimarøktina

Í Sosialinum ónsdagin t. 26. aug. 1998 spyr forkvinnan í Heimahjálparafelag Føroya, Ása Djurhuus, hvat bleiv av politisku lyftunum um at finna eina loysn á teim ógvisligu sparingunum í Heimarøktini, sum vóru fráboðaðar at seta í verk frá 1. aug. í ár.

Tí í flestu økjum í landinum er nú øll reingerð skorin burtur og sjálv hjálpin til røkt er skorin niður á eitt óforsvarligt støði.

Hóast tað, at landsstýriskonan hjá Sjálvstýrisflokkinum í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, á fundi við heimarøkt, heimahjálparafelag og sjúkrasystrafelag og alment í stórum yvirskriftum í bløðunum vissaði brúkararnar av heimarøktini, starvsfólk og almenningin um, at hon skuldi nokk orna hasi tingini og finna eina loysn, so at fráboðaðu skerjingarnar ikki vóru settar í verk.

Og hóast tað at nýggi tingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Páll á Reynatúgvu, alment í bløðunum persónliga vissaði hvønn einasta brúkara av heimarøktini um at "Tín heimarøkt skal varðveitast". Hann undirskrivaði seg í hesa almennu váttan sum "formaður í Trivnaðarnevndini".

Forkvinnan í Heimahjálparafelagnum spyr nú av góðum grundum, hvat vóru av hesum lyftum. Landsstýriskonan lesur vælsaktans bløðini og fer óivað at vera skjót við einum góðum svari.

Men eg havi hug at spyrja Páll á Reynatúgvu, hvat lá aftan fyri hansara persónliga lyfti til tey gomlu, veiku og óhjálpnu? Hann undirskrivaði seg sum formann í Trivnaðarnevndini. Men tað hevur als ongin fundur verið í Trivnaðarnevndini, síðani Páll gjørdist formaður. So í staðin fyri at senda tóm persónlig lyfti í bløðini, kundi Páll farið og koyrt undir Helenu, og um neyðugt fingið málið niðan í Tingið. Er tað bara ein fíggjarspurningur, kann trupulleikin ikki vera so stórur. Tað var jú bara ein formalitetur hjá samgonguni at geva Løgmansskrivstovuni, att. Høgna Hoydal, eina eykajáttan uppá slakar 2 mió. kr. til loysingarmál at brúka í tí sum eftir er av 1998. Og er tað ikki bara ein fíggjarspurningur, kann hann fáa okkum málið í Trivnaðarnevndina. Har hevur Javnaðarflokkurin tveir limir, og tað skal ikki standa á okkara hjálp fyri loysa henda stóra trupulleika.


Vestmanna, 26. aug 1998


Hans Pauli Strøm, tingmaður.