Geir Wardum frá Nordjysk Lift sigur, at nógvir fyrimunir eru við hesum bilinum. Hann vigar undir 3.500 kg, so tað krevst einans vanligt koyrikort fyri at koyra bilin.
Tann sum leigar bilin kann ordna alt sjálvur. Frá kurvini í lyftini kann hann t.d. starta motorin á bilinum og stýra lyftini har sum hann hevur brúk fyri tí.
Bilurin kann brúkast ístaðin fyri stillads, so har er nógv tíð at spara. Sum t.d. tá ið húsini skulu málast og stiðin ikki røkkur, ber til at brúka lyftibilin til tær torføru uppgávurnar. Bilurin hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum og lýkur øll ES-krøv um trygd. Lyftin røkkur upp á 18 metra hædd. Fyritøkan kann annars útvega lyftur heilt upp til yvir 50 metrar.










