Lyfta á Býarbókasavninum

Starvsfólkið á Býarbókasavninum


Nú hevur tað fleiri ferðir verið frammi í fjølmiðlunum, at fólk, sum eru rørslutarnað, og fólk við barnavogni sleppa ikki inn á Býarbókasavnið í Havn, tí ongin lyfta er.
Í fjør vitjaðu umleið 80.000 fólk bókasavnið, og talið er vaksandi. Býarbókasavnið liggur í miðbýnum, men atkomuviðurskiftini eru sera ótíðarhóskandi. Savnið heldur til á 2. og 3. hædd, høvuðsinngongdin á 1. hædd er sera trong og trappurnar smalar. Javnan verða vit starvsfólk mint á vánaligu støðuna, tá bæði illa gongd fólk og foreldur við smábørnum stríða seg upp tær nógvu trappurnar. Haraftrat eru tað so øll tey, sum vit ongantíð síggja, tí tey ongan møguleika hava at koma inn. Sum starvsfólk kenna vit okkum illa av vánaligu støðuni. Býarbókasavnið hevur fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikan hjá Tórshavnar kommunu, men fyribils uttan nakað ítøkiligt úrslit. Í dag skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at eitt alment bókasavn er atkomuligt fyri øll, og tí fara vit at heita á Tórshavnar kommunu sum skjótast at finna eina loysn á málinum.