Í hesum døgum hevur Lydia Nielsen úr Vatnsoyrum málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Lydia hevur áður verið í Smiðjuni og gleðir seg nú aftur til at vísa sínar litríku og naivistisku málningar, sum lýsa gerandisdegin.
Eg máli, tí eg ikki kann lata vera, sigur Lydia Nielsen, sum hevur gjøgnum fleiri ár verið á longri og stytri skeiðum hjá Pól Skarðenni, Birgir Møller, Randi Gunnarsdóttir, Anniku á Lofti, Christinu Kjeldsmark og Kristinu Joensen sum. Alt hetta hevur verið inspirerandi og læruríkt.
Áður hevur Lydia eisini sýnt fram í Lions Club í Havn, á Vestanstevnum, Sølustevnum og Vága Kunningarstovu.
Framsýningin Í Smiðjuni verður læt upp fríggjadegnum og er opin til og við í dag frá klokkan 15 til 19.










