Lydia av Teigum er fødd í Klaksvík, dóttir Martin Sofus Poulsen (1907-1995) úr Svínáum, skúlalærara í Klaksvík, og Johanna Andrea Sedea f. Andreasen (1911-2000) úr Oyndarfirði. Lydia er næstyngst av átta systkjum, harav 3 av teimum ikki longur eru á lívi. Systkini hjá Lydiu vóru Poul Bernhard (1933-1933), Hans (1934), Freydis (1936), Mathilda (1938), Jovina (1939-1998) Jonhild (1942) og Odmar (1952-1992).
Lydia er útbúgvin sum skrivstovukvinna og hevur drúgvar royndir á økinum. Umframt at hava arbeitt í politinum, hevur hon verið á Húsalánsgrunninum, Dómaraskrivstovuni og Fossbankanum umframt at hon í 9 arbeiddi í Danmark.
Lydia hevur 25 ára starvsdag hjá politinum sunnudagin og tað fara vit eisini at ynskja henni tillukku við.
Lydia er skrivstovuleiðari á Avgreiðsludeildini, har hon m.a. hevur skrásetingina hjá politinum undir hond, umframt at hon røkir fleiri aðrar uppgávur m.a. skrivarauppgávur.
Hon er nógv avhildin av øllum í politinum. Hevur holla fakliga vitan og er eitt arbeiðsgrev av teimum fáu. At hon so eisini er sera fyrikomandi og hjálpsom ger, at nógv verður leitað til hennara fyri at fáa hjálp til alt millum himmal og jørð. Og tað ger Lydia fegin, hon elskar at vera nakað fyri onnur og ger tað við gleði. Lydia hevur eisini ein einastandandi vilja til at fjálga um onnur og tað hevur eisini viðført stóran trivna og gleði á okkara arbeiðsplássi.
Lydia eigur 5 børn: Jógvan Martin (1968), Súsanna (1972), Finnbjørn (1973), Halldóra (1974) og Sigmundur (1975). Tá børnini eisini hava verið líka røsk at eiga børn, eigur Lydia 10 ommubørn og sum hon gongur uppí við lív og sál.
Lydia býr í Tórsahvn saman við Bjarna Garðshorn úr Elduvík. Við hesum fara vit at ynskja Lydiu hjartaliga tillukku við degnum og tykkum báðum alt tað besta framyvir saman við børnum og ommu- og abbabørnum.
Starvsfelagarnir









