Lyck um liberalismu

? Búskaparfrøðin er litrík og á tremur við teorium av ymsum slagi. Eisini liberalistiskum, sigur Lise Lyck, búskaparfrøðingur

Lise Lyck, lektari á Handilsháskúla Danmarkar, sum eisini er búskapar- og Føroya-serfrøðingur, hevur ikki lisið Caragataálitið enn. Men føroysku bløðini lesur hon hvønn dag.


Hugtakið, nýliberalisma, ella tað meira ógvusliga, neo-liberalisma, sum summi hava valt at skýra tilráðingarnar í álitinum í føroysku fjølmiðlunum, er sambært Lisu Lyck ikki so spildurnýggj kortini.


? Tá tosað verður um nýliberalismu, er tað í roynd og veru vanliga liberalisman, sum liggur undir hugtakinum. Kortini er sonevnda nýliberalisman kanska í størri mun tengd at alheims viðurskiftum. Tað verður seg alheims búskapi, gongdini móti risafyritøkum og altjóða ávirkanini, sum ikki slepst undan, sigur danski búskaparfrøðingurin, sum í morgin fær Caragataálitið til viðgerðar frá Vinnumálastýrinum.


Veljið burturúr


Andstøðupolitikarar, serliga úr Javnaðarflokkinum, hava m.a. lagt stóran dent á, at virdu serfrøðingarnir, sum hava gjørt álitið, skulu vera ideologiskt heftir av tí áðurnevndu neo-liberalismuni. Um hetta er so, veit Lise Lyck ikki. Men hon sigur, at búskaparfrøðin er litrík og á tremur við teorium av ymsum slagi. Eisini liberalistiskum. Sjálv hellir hon ikki í serligan mun til liberalistiskar teoriir.


? Eg haldi, at tað hevur týdning at velja burturúr. At nýta okkurt og vraka okkurt annað. Og tað haldi eg, eigur at verða gjørt í Føroyum. Tað er gott at vera fjølhugsin, og ikki ov stirvin og stívur, sigur Lise Lyck í stuttari viðmerking við Sosialin.


····························


Neo- ella bara liberalisma


Liberalisma, á føroyskum frælslyndi, er ikki einans eitt búskaparligt hugtak. Sambært orðabókum fevnir orðið eisini um politiskt frælsi. Í donsku fremmandaorðabókini stendur, at liberalisma er ein samfelagsfatan, ið krevur fíggjarligt og politiskt frælsi fyri hin einstaka. Uppískoytið, neo-, sum føroyskir andstøðupolitikarar hava skoytt upp í liberalismuna, fevnir í vanligari merking um nýskapan ella okkurt, sum er endurreist. Vanliga verður neo- nýtt í sera neiligari og ampaelvandi merking. T.d. í sambandi við fasimu ella nasismu.