Úlvurin kemur

Dávur í Dali, Unga Sjálvstýri
-------------

Miðflokkurin hevur í miðlunum í dag funnist at samgonguni teir sita í. Boðskapurin er at flokkinum dámar onki tær borgarligu broytingarnar, sum borgarliga samgongan førir fram í verki. Harafturat hevur flokkurin, til stóra gleði fyri veljarar og andstøðuna, alment víst hug at taka seg úr samgonguni.

Um hetta má eg siga at eg eri skelkaður. Ikki um tað at flokkurin er ímóti borgarligu ætlanunum, men um hvussu stór andsøgn tað er í mun til hvussu teir bera seg at, innanhýsis í samgonguni. Eg haldi eisini tað er undrunarvert, at teir bera ein so týdningarmiklan boðskap út alment, uttan at nevna tað innanhýsis í samgonguni fyrst.

Tá flatskatturin fyri nøkrum mánaðum síðani var til viðgerðar í løgtinginum, hevði Miðflokkurin eina sera líknandi søgu í miðlunum. Teir hildu uppá at teir vóru so nær at eggini, at Jenis ætlaði at atkvøða ímóti uppskotinum, og tískil taka flokkin úr samgonguni. Nógva uppmerksomheit fingu teir fyri tað, og teir tyktust ikki sørt riddaraligir, at teir vildu geva seg fyri einum so stórbærum endamáli. Tó høvdu tey orðini ongan týdning tá tað kom til stykkis. Teir atkvøddu fyri.

Mynstrið minnir mest um gongdina í søguni um drongin, sum rópti "úlvurin kemur". Miðflokkurin hevur tvær ferðir rópt upp um samgonguslit, men onki samgonguslit er komið.

Eg haldi tað vera sera undrunarvert at Miðflokkurin í miðlunum vísur eitt annað andlit, enn hann ger í samgonguni, og tað fær meg at hugsa um hvat tann veruliga ætlanin við hesum er. Prógva teir ikki í verki, at teir meina hvat teir siga, so haldi eg ikki at tað er orsøk at halda at tað er annað enn valagn, sum gevur teimum samkenslu millum veljararnar, sum ikki dáma samgonguna.

Tann veruliga støðan er tann at Miðflokkurin hevur sera ring kort í hondini. Taka teir seg úr verandi samgongu, so er einasti møguleikin at fara í samgongu saman við flokkunum í andstøðuni. Hesir flokkanir eru kendir fyri at vera sera etiskt frílyntir, og teir hava nýliga harðliga mótmælt at Miðflokkurin í verandi samgongu, hevur fingið tey etisku málini parkeraði. Eg skal ikki leggja orð í munn, men eg haldi sjálvur at tey etisku málini tykjast at vera tað, sum hevur størst týdning fyri Miðflokkin yvirhøvur. Tekur Miðflokkurin seg úr, má hann tí finna seg í at missa nevndu parkering. Ynskir hann ikki hetta, má hann góðtaka verandi samgongu, har Fólkaflokkurin setur dagsskránna. Ein góður poker-spælari missur ikki mót av at fáa ring kort, tí bluff er ein møguleiki, sum ofta eydnast væl. Inntil Miðflokkurin vísur at hann meinar hóttanir sínar, er bluff einasta amboði hann hevur.

Sjálvur haldi eg at tað er blivið rópt um úlv einaferð ov ofta, og eg spyrji meg sjálvan hvussu ofta vit skulu hoyra um úlv, áðrenn úlvurin veruliga kemur. Hoppa miðlanir uppá tað hvørjaferð, so kemur úlvurin ikki enn.