Álvur takkar fyri seg

A-landsliðið hjá kvinnum skal hava nýggjan venjara. Seinastu ellivu árini hevur Álvur Hansen virkað sum føroyskur A-landsliðsvenjari hjá kvinnum Men nú hevur Álvur takkað fyri seg

 

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum skal hava nýggjan venjara. Álvur Hansen, ið hevur havt evstu ábyrgd av kvinnulandsliðnum seinastu ellivu árini, hevur nevniliga takkað fyri seg, og hevur átikið sær aðrar avbjóðingar í FSF, skrivar heimasíðan hjá fótbóltssambandinum.

 

- Hetta hava verið nøkur spennandi ár, við alsamt vaksandi avbjóðingum. Frá at hava vunnið oyggjaleikirnar tríggjar ferðir, hevur kvinnulandsliðið seinastu árini luttikið EM-undankappigum. Næsta stig eigur avgjørt at vera, at føroyska kvinnulandsliðið ferð at luttaka í HM-undankappingum, so leikararnir fáa nakrar tídningarmiklar dystir á heimavølli eisini, sigur Álvur Hansen.

 

Í ár hava hvørki UEFA ella FIFA skipað fyri nakrari kapping fyri kvinnulandslið, men komandi ár verður skipað fyri HM-undankapping. Í tí sambandi arbeiðir Fótbóltssamband Føroya við at fáa føroyska kvinnulandsliðið til aðrar kappingar í hesum árinum, sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingina í 2013.

 

Samstundis arbeiðir FSF við at seta nýggjan venjara til A-landsliðið hjá kvinnum, og væntandi gongur ikki alt ov lang tíð, til tað er avgreitt, boðar FSF frá at enda.