Hvannasundsmaðurin hevur longt sáttmálan við KÍ fyri komandi tvey kappingarárini, skrivar KÍ á heimasíðuni.
23 ára gamli Álvur Fuglø Christiansen hevur longt sáttmálan við KÍ við tveimum árum. Álvur sló veruliga til í fjør, tá hann varð í uppskoti hjá Rás2 til ársins stjørnuskot í føroysku Effodeildini. Hann varð valdur til ársins stjørnuskot av Bláu bylgju á Gallaveitsluni í fjør, skrivar ki.fo
- KÍ er einasta felag fyri meg og tí eri eg sera glaður fyri at hava skriva undir ein nýggjan sáttmála. Vit eru enn væl við í kappingini um eitt pláss úti í Evropa, so tað er stuttligt at spæla fyri KÍ, sigur Álvur F. Christiansen.
Álvur hevur higartil leikt 69 dystir í bestu mansdeildini og hevur skorað 8 mál. Harumframt hevur Álvur leikt 5 dystir á U-17 landsliðnum.
Mynd: (Álvur Haraldsen) Álvur(t.v.) í nærdysti við Árna Frederiksberg hjá NSÍ










