Í vikuskiftinum vórðu fyrstu dystirnir í kvinnufótbólti í ár spældir. Talan var um fyrsta umfarið í steypakappingini ella áttanda parts finalurnar. HB vann 5?1 í Sumba, AB vann 1?0 á Sandi, GÍ vann á heimavølli 3?1 ímóti EB/Streymi, og dysturin millum B68 og FS Vágar varð útsettur. Hetta hevur við sær, at tað við undantaki av tí eina førinum er greitt, hvørji lið skulu hittast í fjórðingsfinaluni, sum verður næsta vikuskifti.
Fjórðingsfinalurnar eru sambært skránni hesar: HB?GÍ, KÍ?B68/FSV, AB?VB og B36?Skála. VB og Skála hava tikið síni lið úr kappingini. Tað vil siga, at AB og B36 eru longu komin í hálvfinaluna.
Størri áhugi
Álvur Hansen er nýggjur kappingarleiðari hjá kvinnunum. Umframt kvinnudeildini skal hann taka sær av gentum 14?17 ár. Frammanundan er Álvur Hansen venjari hjá landsliðnum, sum arbeiðir við at fyrireika seg til Oyggjaleikirnar í summar, og hann er eisini venjari hjá U?19 kvinnulandsliðnum, sum í heyst skal taka lut í EM undankappinarumfari.
Tá Álvur hevur havt og hevur so nógv við kvinnufótbóltin at gera, er einki at ivast í, at hann er tann, sum best hevur fingurin á pulsinum, og tað vil FSF nú fáa uppaftur størri nyttu burturúr. Álvur er ikki limur í kappingarnevndini, men hann verður kappingarleiðari fyri kappingarnevndina.
? Tað hevur verið tosað nógv um, at kvinnufótbólturin er í aldudali, og at tvey feløg longu hava tikið síni lið úr kappingini kundi bent á, at tað ikki stendur frægari til nú, enn tað hevur gjørt. Men eg haldi meg vita, at tey feløgini, sum nú eru tilmeldað, ætla at taka uppgávuna í álvara, og tað sær ikki so galið út, sigur Álvur Hansen.
Í FSF hava tey gjørt av, at kvinnukappingin skal vera í einari deild, har øll liðini skulu spæla á heimavølli og útivølli ímóti øllum. Tíggju feløg eruumboðað, og tað vil siga, at øll feløgini fara at spæla átjan dystir. Fyrsta umfarið í landskappingini hjá kvinnum verður longu annað vikuskifti.
Í gentudeildini er áhugin stórur. Í kappingini á heilum vølli eru tíggju lið meldað til, og í kappingini á hálvum vølli eru átta lið tilmeldað.
? Hetta er fyrsta árið, at tað verður roynt við gentukapping á hálvum vølli. Ynskið kom av, at tað í fleiri feløgum eru gentur, sum vilja sleppa at spæla fótbólt, men sum ikki sleppa upp í part, tí tað ikki eru nóg nógvar at manna lið við ellivu spælarum. Í fjør var samlaða talið á liðum í gentudeildini ellivu. Tá varð bara spælt á heilum vølli, og tað gekk ikki væl at fáa dystirnar avgreiddar. Men nú tykist síggja betri út, og tað eigur sjálvsagt at gera kappingina hugaligari, sigur Álvur Hansen.
Hóast tað seinnu árini hevur gingið striltið í kvinnufótbóltinum, tá ið tað hevur rátt um kappingarnar heima á landi, so ber ikki til at siga annað, enn at tað hevur hilnast væl, tá ið landsliðini hava roynt seg í altjóða kappingum. U?19 landsliðið stóð seg betri enn nakrantíð, tá ið tær í oktober vóru í Buglaria. Mótstøðuliðini vóru umframt Bulgaria Litava og Ongland. Føroyar megnaðu 1?1 ímóti vertunum, tær vunnu 2?0 a Litava, og Ongland vann 5?1 á Føroyum.
Kvinnulandsliðið skal í summar royna at verja gullkrónurnar, sum tær vunnu á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani.