Álvarssom oljudálking í Suðurkorea

Umleið 10.000 tons av ráolju eru komin inn at suðurkoreonsku vesturstrondini og hótta djóralívið og alistøðirnar har um vegir Oljan stavar frá einum tangaskipi úr Hongkong, sum bleiv ásiglt, meðan tað lá fyri akkeri.

Myndugleikarnir siga, at umleið 10.000 tons av olju eru runnin úr skipinum, og at ein 20 kilometrar long oljuál er komin inn á strondini.

Bjargingartænastan hevur lagt oljugirðingar út, men veðrið er so vánaligt har á leiðini, at oljan fer inn um girðingarnar.

Myndugleikarnir hava sent fleiri skip og tyrlur at hjálpa við at taka oljuna upp. Talsmenn hjá myndugleikunum siga tó, at tað slepst ikki undan umfatandi dálking fram við strondini.