Átta fólk doyðu, og fleiri fingu skaða, tá ein bussur og ein lítil lastbilur stoyttu saman á motorvegnum í fjøllunum har suðuri í Kalifornia í nátt.
Løgreglan sigur, at 27 fólk fingu skaða, og at fleiri teirra vórðu flutt á sjúkrahús. Sagt verður, at ferðafólkini í bussinum vóru á veg til Big Bear, sum er eitt væl umtókt ferðamál hesa tíðina á árinum.
Vanlukkan var tætt við býin Forest Falk, sum er einar 120 kilometrar eystan fyri Los Angeles. Løgreglan sigur, at fyrst stoyttu bussurin og tann lítli lastbilurin saman, og so rendi ein persónbilur á hinar báðar.
Tað er ikki greitt, hví vanlukkan hendi.










