Álvarssøga til tey ungu

Bókadeildin gevur nú út kendu bókina Svart fílabein eftir norska høvundan Arne Svingen. Í bókini fer norski frásøgumaðurin til Fílabeinsstrondina við vinmanni sínum Sam, at leita eftir mammu Sam. Ferðin gevur eina sterka lýsing av Afrika, har mannalív hava minni virði enn ein kolafløska, og hóttanir sjáldan eru tómar. Eitt Afrika, har børn læra at drepa, áðrenn tey duga at súkkla ella lesa. Bókin Svart Fílabein er ætlað ungum lesarum, men er eisini hugtakandi hjá teimum vaksnu.