Tað er einki, sum bendi á, at tvey fólk í Vágum, sum hava fingið nyrasjúkuna, HUS, er smittað av mati, tey hava eti.
Tað sigur Birna Mørkøre á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við útvarpsstøðna FM1.
Ein orsøk til, at fólk fáa HUS, kann vera, at tey eru smittað við VTEC-bakteriuni. Men tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir.
HUS er ein sjúka, sum verður tikin í størsta álvara, tí avleiðingin kann vera, at nýruni ganga fyri.
VTEC bakterian kann smitta við mati, skarni, og øðrum og tí hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan havt fólk á dagstovninum í Miðvági, har tey hava kannað allar mannagongdirnar í sambandi við matgerð.
Har var einki at finnast at og sostatt er einki sum bendir á, at smittan er borin við mati, sigur Birna Mørkøre.
Hon sigur, at annars hava tey, beint nú seinnpartin, fingið boð frá landslæknanum, har boðini vóru, at hetta slagið av nýrasjúkuni, HUS, sum hesi bæði fólkini í Vágum hava fingið, kann stava frá eini keldu, sum IKKI smittar.
Seinnapartin í dag sær sostatt út til, at støðan er ikki heilt so álvsrslig, sum tey upprunaliga fryktaðu fyri.
Hinvegin vísir Birna Mørkøre á, at tað er ómetaliga sjáldsamt, at tvey fólk hava fingið HUS ísenn.
Kanska er tað ongantíð hent í Føroyum áður og tí halda tey fram við arbeiðnum at leita eftir einari smittukeldu.
Tað eru eitt barn, og eitt vaksið fólk, sum hava fingið sjúkuna og tey hava ikki funnið nakað samband ímillun tað vaksna fólki, sum hevur fingið smittuna, og dagstovnarnar í Vágum, har barnið gekk.
– So talan kann kortini vera um eitt sjáldsamt samanfall, serliga tí at landslæknin nú sigur, at sjúkan, sum barnið hevur, kanska er eitt slag, sum ikki smittar.
Og Birna Mørkøre sigur, at tey framhaldandi fylgja við støðuni.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat hon fortaldi á FM1 um málið.