Álvarsligur vandi fyri verkfalli um alt landið

Bæði Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag eru so misnøgd við ætlanina hjá samgonguni um at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða, at stórur vandi er fyri, at alt landið verður lagt lamið av verkfalli

- Hetta er at taka sjálvt tilverugrundarlagið undan fakfeløgunum og tað var altso tað síðsta, vit væntaðu frá eini samgongu við Javnaðarflokkinum,Tjóðveldinum og Miðflokkinum, sum allir tríggir eru tríggir flokkar, ið kappast um at kalla seg fyri sosialar.

Bæði Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, eru í øðini inn á ætlanina hjá samgonguni at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin at arbeiða.

- Hetta uppskotið, sum landsstýrið nú hevur lagt fyri Løgtingið, fer fullkomiliga at máa grundarlagið undan fakfeløgunum og tað kunnu vit undir ongum umstøðum góðtaka, eru tey bæði samd um.

Tey bæði siga, at hetta er so álvarsligt fyri fakfeløgini, at tað er stórur vandi fyri, at tey enntá fara í verkfall fyri at steðga ætlanini.

- Eg sigi fyri meg, at fái eg undirtøku frá mínum limum til at leggja arbeiðið niður orsakað av hesum uppskotinum hjá samgonguni, so er stórur vandi fyri at tað verður arbeiðssteðgur, so alvorligt er hetta, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Eg eri púra samd, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.


Føroyingar skumpast til viks

Tað hevur verið ein tungur burður at finna semju um eina lóg, sum ger tað smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar.

Tað er onki dulsmál, at ein orsøk til tað er, at arbeiðarafeløgini hava verið ógvuliga ivingarsom og tað hevur verið ein orsøk til, at tað hevur gingið so strilti at fáa semju um eina ætlan.

- Arbeiðarafeløgini hava havt fund við Landsstýrið, har vit hava lagt okkara krøv fram.

- Eftir uppskotinum, sum nú skal til viðgerðar í Løgtinginum týsdagin, verður tað eitt krav, at útlendingar, sum koma hendavegin at arbeiða, skulu hava trygd fyri minst 30 tíma arbeiðsviku.

Helena Dam á Neystabø segði, at einasta krav, hon ikki kundi geva tilsøgn um at ganga okkum á møti í, er at føroyingar skuldu fáa somu trygd, sigur Ingeborg Vinther.

- Men veruleikin er, at ongi av okkara krøvum eru gingin á møti, siga Ingeborg Vinther og Hans Joensen.

Tað, sum arbeiðarafeløgini hava kravt, er, at tað skal bera til at fylgja við í, at útlendingarnir veruliga fáa tey rættindi, tey eiga eftir føroyskum sáttmálum fyri at tryggja, at teir ikki arbeiða fyri undirløn og sostatt skumpa føroyska arbeiðsmegi til viks.

Men teir báðir fakfelagsleiðararnir siga, at hvørki arbeiðsgevarar ella samgonga vilja veita trygd fyri at fakfeløgini kunnu fáa nakað sum helst eftirlit við, at útlendingar ikki koma at arbeiða fyri eina løn, sum er undir føroyska sáttmálaløn.

Tað skuldi gerast við, at eftirløn og onnur umsitingargjøld, sum eru prosentgjøld av lønini, skulu gjaldast ígjøgnum fakfeløgini.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað kann ein skrivstova í Havn ikki klára at hava eitt effektivt eftirlit við.

Samstundis hava fakfeløgini kravt at fáa sæti í eini nevnd, sum skal viðgerða umsóknir um arbeiðsloyvi og sum skal taka støðu til, nær arbeiðsloysið fer upp um markið, sum ger, at tað verður stongt fyri útlendingum.

- Vit hava eisini kravt, at arbeiðsmarknaðurin ikki skal liggja opin, so at útlendingar floyma inn yvir landið, hóast arbeiðsloysið er.

- Væl stendur í uppskotinum, at tá ið arbeiðsloysið fer upp um 3,5%, so verður stongt fyri útlendingum. Men hetta er bara upp á kvamsvís, tí í Útvarpinum fríggjakvøldið váttaði Helena Dam á Neystabø, at hetta merkti ikki, at útlendingar, sum eru komnir til Føroya, skulu av aftur landinum.

- Vit krevja eisini, at teir útlendingar, sum koma higar at arbeiða, skulu hava frítt at melda seg í føroysk fakfeløg, men tað verður mótarbeitt við hond og fót.


Fáa undirløn longu nú

Bæði Hans Joensen og Ingeborg Vinther staðfesta, at tey hava dømi um, at útlendingar arbeiða fyri undirløn í Føroyum.

- Vit hava dømi um útlendingar, sum arbeiða langt út á kvøldið uttan at fáa eitt oyra í yvirtíð.

- Vit hava eisini dømi um, at arbeiðsgevarar, sjálvir lívstryggjað útlendingar, sum teir fáa hendavegin at arbeiða. Av tí sama verða teir ikki limir í fakfeløg og fáa heldur ikki eitt oyra í eftirløn og sostatt arbeiða teir fyri undirløn.

- Og tá ið teir so kravdu sáttmálaløn, vórðu teir bara tveittir av landinum aftur.

- Bæði Ingeborg Vinther og Hans Joensen eru púra sannførd um, at tað, sum alt hetta snýr seg um, er at vit skulu fáa bíliga, útlendska arbeiðsmegi til Føroyar at arbeiða fyri undirløn og við ongari trygd, siga Hans Joensen og Ingeborg Vinther.

Tey ásanna, at tað er ábyrgdarleyst at forða fyri útlendskari arbeiðsmegi, tá ið brúk er fyri tí.

- Men tað, sum nú fer fram, er rætt og slætt so grovur ágangur ímóti fakfeløgunum, at tað kunnu vit ikki góðtaka.

Og besti mátin at vísa tað upp á, er at siga bums nei og fara í verkfall, fáa vit ikki okkara sjónarmið ígjøgnum og fái eg stuðul til at gera tað, er tað ógvuliga sannlíkt, at tað verður endin.

- Eitt er vist, at hetta er so álvarsligt, at stendur øll arbeiðarafjøldin í landinum, og onnur fakfeløg við, øksl við øksl í hesum máli, eru vit liðug sum fakfeløg, sigur Hans Joensen.

Og Ingeborg Vinther er púra sannførd um, at hetta fer at kosta túsundtals føroyingum arbeiði, bæði verkafólki, handverkarum, fiskimonnum og øllum øðrum.

Hon skilir ikki, hví slúsurnar skulu latast upp fyri útlendingum hóast tað longu nú gongur sjón fyri søgn, at arbeiðið er farið at minkað í fiskivinnuni.