- Tað má bara ikki henda.
Alice Simonsen, samskipari hjá Barnabata torir ikki at hugsa tankan um, at tey nú kanska verða noydd at stongja “Tú og Eg” ráðgevingina, sum felagsskapurin hevur til børn og ung.
Ráðgevingin varð stovnað fyrst í 2007, og síðan hava tey hjálpt fleiri hundrað børnum og ungum at loysa svárar, sálarligar trupulleikar.
Í ár fekk Barnabati 150.000 krónur, men tað rakk ikki til og næsta ár hevur landsstýrið sett 250.000 krónur av til felagsskapin.
- Vit eru takksom fyri, at játtanin hækkar, men hetta fer heldur ikki at røkka til, og tí er vandi fyri, at ráðgevingin fer at verða niðurløgd.
Alice Simonsen sigur, at skal tað eydnast Barnabata at varðveita virksemið óbroytt, fáa tey brúk fyri 573.000 krónum næsta ár, men so má løgtingið játta okkum 223.000 krónur afturat teimum 250.000 krónunum, landsstýrið ætlar, at vit skulu fáa.)
- Fáa vit ikki 573.000 krónur næsta ár, fer tað ikki at bera til at varðveita ráðgevingina á tí høga fakliga støði, hon er á í dag. Og tá vit ikki kunnu slaka fakliga støðið og hava minni ráðgevingartíð hvørja viku, er rættiliga óvist, hvussu virksemið skal halda áfram í 2009, leggur hon afturat.
Hon sigur, at higartil hevur Barnabati klárað at siglt ímillum skerini við stuðli frá privatum fyritøkum og einstaklingum, Men hetta er eitt ov ótrygt grundarlag at byggja víðari á, samstundis sum ein alt ov stórur partur av okkara arbeiðsorku fer til at savna pening inn, heldur enn til at hjálpa børnum, har arbeiðsorkan var nógv betri farin.
- Tað er neyðugt, at vit umsíðir fáa virksemið hjá ráðgevingina í eina fasta legu, staðfestir hon.
Hon vísir á, at ráðgevingin hjá Barnabata er einasta óhefta, dulnevnda ráðgeving til børn og ung í Føroyum.
Og hon leggur afturat, at tey á Barnabata vænta og vóna, at politikarar vísa børnum og ungum í Føroyum so mikið av virðing, at teir vilja tryggja, at ráðgevingin kann halda fram, so at tey í Barnabata, sum hava fakligan førleika at ráðgeva børnum og ungum í trupulleikum, fáa vissu fyri, at ráðgevingin ikki steðgar.
- Frammanundan eru ov fáa viðgerðartilboð til børn og ung við trupulleikum, og tí er eru vit fegin um, at so nógv føla, at hendan ráðgevingin er ein hjálp í teirra trupla gerandisdegi, sigur Alice Simonsen.
Krevja høgt støði
Ráðgevingin hjá Barnabata er dulnevnd, og sostatt er ikki neyðugt hjá teimum, sum ringja við trupulleikum, at avdúka, hvørji tey eru.
- Ráðgevararnir eru øll fakfólk, ið hava við børn og ung at gera, sigur Alice Simonsen.
- Talan er um lærarar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, pedagogar og onnur við barnafakligari útbúgving, og Barnabati ger eisini so nógv sum tilber at skipa fyri skeiðum og undirvísing, so at ráðgevararnir altíð hava dagførda vitan um børn og ung og dagførda vitan um at samskifta við børn og ung við trupulleikum og at ráðgeva teimum.
Hon sigur, at tað hevur avgerandi týdning, at ráðgevararnir duga at samskifta við tey ungu á einum máli, sum tey ungu skilja, og at ráðgevararnir eru dagførdir um teir trupulleikar, børn og ung hava at dragast við.
- Er fíggjarlig orka ikki er til útbúgving og skeið, er tað tórført at halda eitt nøktandi fakliga.
Alice Simonsen sigur, at Barnabati hevur sett tað krav til sín sjálvs, at ráðgevingin skal vera á einum høgum, fakligum støði.
- Vit vilja ikki leggja navn til eina ráðgeving á ivasomum, fakligum støði, tí tað kann gera størri skaða enn gagn.
- Vit leggja eisini stóran dent á at varðveita eitt høgt trúvirði, tí tað eru bæði fjølmiðlar, pedagoglesandi, skúlaflokkar og onnur, sum venda sær til okkara og brúka okkum sum álítandi keldu til hagtøl og upplýsandi tilfar.
- Vit eru viðurkend og nógv brúkt sum upplýsandi kelda og vit eru ofta biðin um okkara sjónarmið um ymsar spurningar í sambandi við børn og ung.
- Tí er tað alt avgerandi at varðveita eitt fakliga høgt støði, sigur Alice Simonsen.
Hon sigur, at tí er tað ein sannroynd, at skal “Tú & Eg” ráðgevingin halda fram, er tað avgerandi neyðugt, at vit fáa neyðuga játtan, tí samskiparar og tey ungu starvsfólkini eru lønt fólk.
Tórført at fáa glið á
Og at tað er harðliga brúk fyri hesi hjálpartænastu, ivast hon ikki eina løtu í.
- Tey, sum ringja, eru dulnevnd og tey, sum ráðgeva, eru eisini dulnevnd, og tá ið tey tosa við ráðgevan hjá Barnabata, er tað ofta fyrstu ferð, at tey seta orð á teir trupulleikar, tey hava.
- Tað er kann verða lættari at fortelja um svárar trupulleikar fyri einum dulnevndum ráðgevara, enn tað er at fortelja tað fyri foreldrunum, flokslæraranum, læknanum ella onkrum øðrum vaksnum, tey kenna.
Ráðgevarin roynir so at hjálpa teimum, sum ringja, at seta orð á teir trupulleikar, tey hava at dragast við.
- Tað kann verða ómetaliga tórført hjá børnum og ungum at fortelja fyri øðrum, at tey hava so stórar trupulleikar, at tey eru komin so langt út á eggina, at tey ganga í sjálvmorðstankum, ella at tey meiðsla seg sjálvi, sigur samskiparin hjá Barnabata.
- Tað kann vera ómetaliga tórført hjá teimum at seta hol á, so ráðgevararnir hava eisini útbúgving í at tosa við børn og ung, so at teir duga at hjálpa teimum, sum kjatta ella ringja, at fáa glið á.
- Ráðgevararnir bæði duga og hava stundir at lurta og so royna at hjálpa og stuðla so væl sum til ber. Teir kunnu geva góð ráð um, hvat tann, sum ringir, kann gera sjálvur. Men ofta er brúk fyri, at onkur vaksin hjálpir til, og í slíkum førum royna ráðgevararnir eisini at koma við uppskotum um onkran vaksnan, og almennar tænastur, tey kunnu tosa við um teir ávísu trupulleikarnar.
- Tað kann vera foreldrini, ella onkur annar vaksin, tey hava álit á, kanska heilsusysturin í skúlanum, flokslærarin, ella onkur annar.
Rakar ymiskt
Alice Simonsen sigur, at ráðgevararnir brúka eisini nógva tíð at fortelja teimum sum ringja eftir hjálp, um teirra rættindir og um ST- barnarættindasáttmálan.
Tað liggur eisini ráðgevarunum nógv á sinni at børnini og tey ungu, sum ringja, ikki skulu føla seg sum eina byrðu fyri ráðgevaran, hóast tey kanska hava ringt fleiri ferðir.
- Tað hevur stóran týdning at fortelja børnunum og teimum ungu, at vit eru altíð til reiðar at lurta og at ongin trupulleiki er ov stórur og ongin er ov lítil, sigur Alice Simonsen.
Hon leggur afturat, at sjálvandi kann tað vera so ymiskt, hvat børn og ung uppfata sum so álvarsligar trupulleikar, at tey halda tað vera neyðugt at ringja til ráðgevingina.
- Tað einasta, sum hevur týdning er, at følir viðkomandi, at talan er um ein trupulleika, so er tað ein trupulleiki, sum skal takast í fullum álvara.
- Hjartasorg kann vera næstan ein óloysandi trupulleiki hjá onkrum, men tað kann vera ein bagatell hjá einum øðrum, tað er so ymiskt, tað rakar, sigur samskiparin.
Hon ivast ikki í, at skuldi tað hent, at ráðgevingin dettur niðurfyri, tí at Løgtingið ikki vil játta neyðugan peningin, er tað ein álvarligur smeitur fyri børn og ung við trupulleikum.
- Vit eru dagliga í sambandi við børn og ung, sum tað hevði verið ein vanlukka fyri, at hendan ráðgevingin gevst.
- Ráðgevararnir fáa hvønn einasta dag váttan fyri, hvussu stóran týdning, “Tú & Eg” ráðgevingin hevur, tí hjá nógvum er tað ómetaliga umráðandi at fáa hesa hjálpina, sigur Alice Simonsen.
Les eisini greinina: Nógv børn og ung hugsa um sjálvmorð
-